B68 og Skála spæla seinnapartin fyri at tryggja sær 8. plássið og harvið enn eitt ár í Betrideildini.
Skála hevur tað í egnum hondum, meðan B68 skal vinna á útivølli móti NSÍ og samstundis vóna at B36 vinnur á NSÍ - ella í øllum førum fær stig móti Skála.
Les meira í okkara upptakt her: NSÍ kann siga takk fyri seinast
Hjá Skála er tað stórur smeitur, at liðformaðurin og verjuovastin Jákup Jakobsen hevur leikbann vegna gula kortið, sum hann fekk móti NSÍ sunnudagin. Royndi skálamaðurin noyðist harvið at sita og hyggja at við nervum.
Tað verður eisini væntað, at Nicolai Dohn ikki spælir. Sterki danski miðvallarin fekk vøddaskaða fyri seks døgum síðani.
Jákup Jakobsen og liðfelagarnir stríddu seg til eitt týðandi stig á Svangaskarði fyrst í mánaðinum. Nú er verjuspælarin ikki við vegna leikbann (Mynd: Sverri Egholm)
Nicolai Dohn skoraði móti kappingarneytunum fyri kortum - hann fær allarhelst ikki spælt í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Hjá B68 eru flestu spælararnir, fyriuttan fótskaddi Áki Johannesen, til reiðar til lagnudystin.
Jákup á Borg verður tó ikki við síðulinjuni/á bonkinum við Løkin. Venjarin, sum fyllur 45 ár í dag, hevur venjarabann vegna triðja gula kortið, sum hann fekk í 4-1 tapinum fyri EB/Streym sunnudagin.
Harvið stendur ungi hjálparvenjarin Jákup Reinert Højgaard á odda, frá tí at B68 kemur til Løkin. Jákup á Borg verður á áskoðaraplássinum til sín seinasta dyst sum B68-venjari.
Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Jákupi á Borg og hansara monnum í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Portalurin verður millum annað við Løkin í dag.
Allir dystirnir byrja klokkan 14. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni á Portalinum, og hava vit eisini ymiskt tilfar frá dystinum
Betrideildin, 27. og seinasta umfar
Í dag, leygardagin 26.10
B36 - Skála
NSÍ - B68
Víkingur - 07 Vestur
ÍF - KÍ
EB/Streymur - HB
Støðan í Betrideildini eftir 26 umfør
1. Vìkingur 70 stig *
2. KÍ 64 stig
3. HB 56 stig
4. NSÍ 42 stig **
5. B36 38 stig
6. 07 Vestur 30 stig
7. EB/Streymur 28 stig
8. Skála 20 stig (-27) - skora fleiri mál enn B68
---------------------
9. B68 18 stig (-28)
10. ÍF 7 stig ***
* Føroyameistari
** Tryggja 4. plássið
*** Flutt niður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald