Betrideildin hjá monnum byrjar sunnudagin. Spenningurin er stórur, og á Portalinum hava vit seinastu dagarnar havt upptaktir við umboðum fra øllum tíggju feløgunum. Hetta er tann seinasta í røðini
ÍF er aftur í Betrideildini. Eftir eitt ár í 1.deild, har fuglfirðingar at enda vunnu trygt, skal liðið aftur spæla í fremstu røð í føroyskum fótbólti. Ein av teimum ið hevur verið við leingi, og sum er liðformaður nú, er Jan Ó. Ellingsgaard:
- Tað hevur ógvuliga stóran týdning, at vit eru aftur í bestu deildini. Tað merkist væl millum fuglfirðingar, at spenningurin er stórur, nú vit aftur sleppa at royna okkum í bestu deildini. Eftir eina heldur trilvandi byrjan í fjør, fingu vit vent gongdini í seinnu hálvu, og vístu okkum sum virðiligar uppflytarar. Fortreytirnar eru sjálvsagt ikki tær somu í ár. og fyri at fáa eina góða kapping verður umráðandi at fáa stabiliserað ein góðan defensivan struktur.
Tað kann væntast, at ÍF kemur at stríðast í botninum við AB, TB og EB/Streym. Hóast fuglfirðingar júst eru fluttir upp, so eru nógvar royndir á liðnum; serliga í mun til hjá argjamonnum og á Tvøroyri. Sambært Jan, sum sjálvur hevur spælt 215 dystir í Betrideildini, kann hetta gerast ein fyrmunur og styrkin hjá hópinum:
- Vit hava nógvar leikarar í hópinum, sum hava leikt hundraðtals dystir í bestu deildini. Vónandi kunnu hesar royndirnar gera, at marginalarnir fella okkara veg, tá tað fer at standa á. Vit hava eisini fleiri spennandi ungar leikarar, sum kunnu fáa sítt gjøgnumbrot í ár. Viðvíkjandi aldri er blandingin á liðnum góð, men styrkin liggur tí heilt sikkurt í teimum royndunum, sum vit hava at gera gott við.
Liðformaðurin í Fuglafirði sigur, at fyri at náa málinum hja felagnum er tað sera umráðandi, at innhýsis dystirnir ímóti kappingarneytanum verða vunnir:
- Vit fara sjálvsagt inn til hvønn dyst fyri at vinna hann, fyri síðani til endans at síggja hvussu langt tað røkkur. Sum uppflytari er tað ein sjálvfylgja, at málið er at yvirliva. Fyri at náa málinum, skulu vit vinna dystirnar móti okkara beinleiðis kappingarneytum í stríðnum um at sleppa undan niðurflytingini.
28-ára gamli leikarin er uppvaksin í felagnum. Í 2017 umboðaði Jan Ellingsgaard NSÍ, har hann var við til at vinna steypakappingina. Í fjør fór hann aftur til barndómsfelagið, har hann annars altíð hevur spælt, fyri at hjálpa teimum uppaftur í bestu deildina. Tað gjørdi Jan við m.a. at gerast toppskjútti í 1. deild í sínum nýggja leikluti sum verjuleikari. Høgi og tekniskt sterki leikarin hevur fyrr verið verjuleikari, men skoraði í fjør 21 mál og trívist væl í leiklutinum sum fremsti maður. Han og aðrir skulu nú taka ábyrgd í fremstu deildini:
- Vit eru fleiri á liðnum, sum skulu vísa vegin í ár. Vit skulu duga at taka við læru frá hvørjum øðrum, og saman fáa innarbeitt ein professionellan hugburð og ein góðan stríðsvilja í leikararnar. Í mun til málskjótingina liggur tað sjálvandi nógv á mínum herðum sum áleypari. Mær dámar væl hendan leiklutin, og vil gjarna átaka mær hesa ábyrgdina, men vit hava nógvar góðar álopskendar leikarar á liðnum, sum vónandi fara at deilast um málskjótingina í ár.
Hagtøl: FaroeSoccer
Les eisini:
Bárður Olsen: Eri veruliga í form fyri fyrstu ferð í fleiri ár
Stefan Radosavljevic: Eri ikki bangin fyri at ganga á odda Rógvi Egilstoft Nielsen: Maður kemur í mans stað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald