Hondbóltur

Jana hevði stóran leiklut í sigri á Rakul og teimum

Jana Mittún skoraði fimm mál og legði upp til fimm mál, tá Viborg vann 33-29 í Ringkøbing í 1. umfari í Kvindeligaen.

Góð byrjan hjá føroyska landsliðsprofilinum og hinum hjá Viborg eftir nógv órógv seint í summar. Hinar føroysku í fremstu donsku deildini taptu í 1. umfari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Góð byrjan hjá føroyska landsliðsprofilinum og hinum hjá Viborg eftir nógv órógv seint í summar. Hinar føroysku í fremstu donsku deildini taptu í 1. umfari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-31 19:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær av teimum fimm føroysku landsliðsspælarunum, sum í løtuni spæla í fremstu donsku kvinnudeildini hittust í Ringkøbing í dag.

Tað er vanliga eitt trupult stað hjá Viborg at spæla, men eins og 1. mars vunnu Jana Mittún og tær á Rakul Wardum og teimum. 

Hesafarð var tað ikki eins dramatiskt sum fyrr í ár, tá alt varð avgjørt í seinastu lsekundunum.

Sí eisini: Viborg og Jana vendu øllum á høvdið seinastu løtuna

Viborg vann við fýra málum í dag, eftir at tvey mál vóru á muni í steðginum.

Føroyski bakspælarin átti sín stóra leiklut í hesum. Jana Mittún skoraði fimm mál (triðflest) og hevði flest upplegg hjá Viborg og javnsett flest í dystinum (eisini fimm)

Harvið var nummar 77 beinleiðis við í samanlagt tíggju málum, og 21-ára gamla hoyvíkskvinnan setti eisini nógva ferð í. Hennara MEP (samlaða avrikstal) var 4.62, sum var næstflest hjá Viborg.

Til ber at síggja øll tølini her

Nógv meira liggur á Janu Mittún, nú Christina Pedersen er farin úr felagnum. Hetta lyfti Jana væl í í fyrsta kappingardystinum í ár. 

[object Object]
Jana Mittún fegnast eftir sigurin í Ringkøbing í mars - tað kundu hon og liðfelgarnir aftur gera í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum royndi seg í málinum hjá Ringkøbing ein stóran triðing av dystinum. Hon hevði fýra bjargingar uppá 17 skot ímóti sær -  tvey av skotunum vóru brotskøst. Samspælið millum málverja og verju var ikki av álvara har í dag hjá Ringkøbing.

Marita Mortensen spældi eina lítla løtu í dag í tapi hjá uppflytarunum HØJ, og tað var bert Jana Mittún av føroysku spælarunum í Kvindeligaen, sum vann í 1. umfari. Fyrr í vikuni taptu Súna Krossteig Hansen og Skanderborg og Maria Pálsdóttir Nólsoy móti ávikavist EH Aalborg og Bjerringbro FH - ikki talan um so góða byrjan har.

Hjá Janu Mittún og Viborg var tað týðandi við góðari byrjan eftir nógva órógv seint í summar: Stjørnuspælarin Christina Pedersen fór sum nevnt, eftir at hon fyrst varð send úr hópinum. Venjarin, Ole Bitsch, segði seg úr starvi 22. februar

2. umfar verður spælt í næstu viku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder