Hondbóltur

Jana Mittún fimm mál í góðum evropeiskum úrsliti

Viborg vann seg upp á javnleik í seinna hálvleiki í Svøríki og kann spæla seg í European League-bólkaspæli við heimasigri á Sävehof leygardagin.

Jana Mittún hevur serliga stóran týdning fyri álopsspælið hjá Viborg, og vilja hon og liðið í evropeiskt bólkaspæl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún hevur serliga stóran týdning fyri álopsspælið hjá Viborg, og vilja hon og liðið í evropeiskt bólkaspæl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-09 20:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sá ikki so gott út í steðginum í Svøríki hjá Janu Mittún og Viborg. Munurin var tá trý mál, og í løtum í 2. hálvleiki var hann størri.

Men gestirnir ressaðust í Partille, har millum annað Jana Míttun gjørdi mun við málum, uppleggum og ferð.

21-ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði samanlagt fimm mál - næstflest hjá Viborg - og danska liðið fekk eitt fínt útgangsstøði.

Tað endaði 31-31 á heimavøllinum hjá svenska oddaliðnum, og harvið hevur Viborg ein fyrimun undan seinna play-off dystinum í næststerkastu evropeisku kappingini.

Sí eisini: Maia Pálsdóttir Nólsoy evropeiskur toppskjútti hjá Horsens

Vinnarin í Viborg leygardagin (15. november) vinnur seg í bólkaspælið í European League. Hetta kann verða eitt týðandi fet hjá Janu og felagnum, sum nú kunnu avgerða alt á heimavølli.

Áðrenn tað er landskappingardystur á skránni móti Claus Mogensen og Ikast. Hann verður mikukvøldið í Viborg.

Les eisini: Claus Mogensen stóð Champions League-royndina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder