Hondbóltur

Jana Mittún í hopla fyri Viborg

Javnsettur toppskjútti við sjey málum og hoyvíkskvinnan, sum hevur næstflest upplegg í bestu donsku deildini, legði upp til átta mál í sigrinum á Anniku Fríðheim Petersen og Aalborg.

Jana Mittún hevur nú javnan stóran leiklut í álopsspælinum hjá Viborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún hevur nú javnan stóran leiklut í álopsspælinum hjá Viborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-06 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í bestu donsku kvinnudeildini vórðu spældir í gjárkvøldið. Í øllum vóru føroyskir landsliðsspælarar við.

Í Viborg var beinleiðis føroyingauppgerð, tá Jana Mittún og Viborg tóku ímóti Aalborg. Annika Fríðheim Petersen vardi málið allan dystin hjá bornliðnum og hevði samanlagt níggju bjargingar. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen spældi ikki í gjár.

Í málríka dystinum var Viborg omaná. Heimaliðið fór frá í 2. hálvleiki og vann seg upp á 5. plássi í deildini.

Jana Mittún var aftur ein umráðandi spælari fyri tær í grønum. 21-ára gamla hoyvíkskvinnan varð javnsettur toppskjútti hjá Viborg og í dystinum við sjey málum. Jana legði upp til flest mál í 39-31 sigrinum: Átta.

Júst í mun til upplegg skarar Jana Mittún, sum nú hevur stóran leiklut hjá Viborg, framúr í fremstu donsku deildini. Eftir 17 dystir hevur føroyski landsliðsprofilurin næstflest í Kvindeligaen: 72.

[object Object]
Jana Mittún fagna eftir seinasta dystin í EM-endaspælinum. Síðani hon kom aftur til Viborg, hevur hon gjørt stóran mun fyri Viborg (Savsmynd: Sverri Egholm)

Rakul, Maria og Súna taptu

Hinar á føroyska landsliðnum høvdu ógvuliga truplar dystir. Bæði Ringkøbing við Rakul Wardum og HH Elite við Mariu Pálsdóttir Nólsoy stóðu seg tó rímiliga væl.

Rakul stóð seinastu løtuna móti oddaliðnum og heimsstjørnum úr Team Esbjerg. Hon hevði tvær bjargingar uppá tólv skot í opnum spæli men tók eisini eitt brotskast. Tað endaði 37-32 til Esbjerg.

Maria og HH vóru á odda í steðginum í Nykøbing og harvið á veg at skapa eitt ógvuliga óvæntað úrslit. Tað eydnaðist tó ikki at halda fast: NFH vann 33-31. Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði eitt mál og legði upp til tvey.

Skanderborg megnaði als ikki at gera nakað við Odense. Súna Krossteig Hansen skeyt ikki nakað mál í tunga dystinum í Odense (36-19)

Sí støðuna í fremstu donsku deildini her

HER ber til at síggja dystarskrá.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder