Í gjár var sjóneykan í stóran mun sett á yngra beiggja hennara Óla Mittún, sum varð avdúkaður í GOG.
Sí eisini: Váttað: Óli til GOG
Nú spæla trý Mittún-systkin í Danmark. Landsliðsspælarin Pauli Mittún spælir við Team Sydhavsøerne í næstbestu deildni og Jana við Viborg í fremstu kvinnudeildini.
Viborg vil vera við millum tey fremstu har, og eftir sigurin í Aalborg í gjár hevur Viborg seks stig fyri fýra dystir.
Heimaliðið var annars frammanfyri 16-13 í steðginum. Annika Fríðheim Petersen stóð ein góðan dyst við bjargingarprosenti á nakað yvir 30 prosent. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skoraði eitt mál fyri Aalborg.
Annika Fríðheim Petersen stóð ein góðan landsdyst fyri níggju døgum síðani í Slovakia og verður ein lykil til EM-endaspælið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Viborg var tó væl betri í 2. hálvleiki, og tað endaði 28-31. Jana Mittún legði upp til tvey mál og skoraði tvey sjálv. Sum heild sær út til, at føroyski landsliðsprofilurin kann fáa størri leiklut á liðnum enn í fyrsta kappingarárinum.
Jana gekk á odda við málskjóting og tí at skapa møguleikar, tá Føroyar spældu venjingardystir í Slovakia síðsta vikuskifti. Kvinnurnar skulu spæla EM-endaspæl síðst í november og fyrst í desember, og HSF hevur nú aftur boðað frá beinleiðis flúgving til Basel.
Tær flestu av teimum sjey føroyingunum í fremstu donsku deildini spæla við liðum, sum liggja niðarlaga á stigatalvuni. Pernille Brandenborg og hennara lið, København Håndbold, hava tó - eins og Jana og tær - seks stig fyri fýra dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald