Oddabrak í fremstu íslendsku deildini var í Kópavági í gjárkvøldið. Breiðablik tók ímóti Víkingi, sum hevði tikið stuttu kósina úr sjálvum høvuðsstaðnum. Útiliðið lá undan dystinum trý stig frammanfyri Breiðablik á 2. pláss, og hendan frástøðan er framvegis har eftir dystin.
Breiðablik legði seg annars á odda í 77. minutti, tá Jason Svanthorsson sló til. Víkingur skuldi síðani leggja trýst á, og í yvirtíðini - í 92. minutti - javnaði ungi Gisli Thordarson fyri Víking.
Hetta kann gerast eitt ógvuliga umráðandi mál og stig fyri Víking. Greipuvinnararnir í fjør hava bert hevur tapt ein dyst av teimum fyrstu níggju dystunum í ár. Liðið hjá Gunnari Vatnhamar hevur nú 22 stig - Breiðablik hevur 19 stig á 2. plássi.
Patrik Johannesen kom inn fyri Breiðablik í 84. minutti. Tvøramaðurin er framvegis við at finna seg til rættis eftir drúgva knæskaðan. Gunnar Vatnhamar spældi sum vant 90 minuttir fyri Víking. Leirvíkingurin fekk gult kort í 1. hálvleiki.
Føroyingafeløgini í oddinum í íslendskum fótbólti spæla aftur sunnudagin. Oddaliðið tekur ímóti botnliðnum Fylkir í Reykjavík, og Breiðablik spælir grannauppgerð í Kópavági. Eftir hetta skulu Gunnar og Patrik við landsliðnum til Baltic Cup.
Patrik Johannesen hevur ikki verið á landsliðnum síðani í mars í fjør. Áleyparin sleit krossbandið í mai í fjør, men hevur spælt seinastu dystirnar fyri Breiðablik (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald