Tríggir dystir í Premier League vórðu bríkslaðir av fyri lítlari løtu síðani.
Á Etihad leikvøllinum í Manchester vóru Carlo Ancelotti og hansara menn á vitjan. Í teimum báðum fyrstu dystunum við italiumanninum sum oddamanni, sum vóru millum jól og nýggjár, vann Everton tepurt. Hesaferð gjørdist talan um tepurt tap.
Ancelotti og Guardiola (Mynd: EPA)
Hóast City hevði bóltin væl meira í 1. hálvleiki, var Everton rímiliga væl við og hevði onkran góðan møguleika. Fimm minuttir eftir steðgin legði Gabriel Jesus heimaliðið á odda við sera góðum skoti; brasiliumaðurin snaraði bóltinum upp í longra málhornið. Lítla løtu seinni spældi City skjótt og væl, og hesaferð smekkaði Jesus bóltin niður í nærra málhornið. Richarilson fekk minkað um munin, men tað rakk ikki hjá útiliðnum.
Pep Guardiola og hansara menn eru nú eitt stig aftanfyri Leicester, ið vann trygt í Newcastle í dag, og ellivu aftanfyri Liverpool. Leicester og Manchester City hava leikt tveir dystir fleiri enn Liverpool, ið tekur ímóti Sheffield United í annaðkvøld.
Ayoze Perez skoraði á sínum gamla heimavølli, og Leicester er framvegis á 2. plássi (Mynd: EPA)
West Ham-fjepparar fingu eina frálíka byrjan uppá 2020, og David Moyes fekk eina frálíka byrjan í sínari afturvendan til olympiska leikvøllin. Skotin tók yvir beint áðrenn nýggjár, eftir at Manuel Pellegrini hevði fingið sekkin. Liðskiparin og legendan í felagnum, Mark Noble, skoraði tvær í 1. hálvleiki, Bournemouth fekk ein sekk í London og varð yvirhálað av júst West Ham, Liðið hjá Eddie Howe hevur bert vunnið eina ferð í teimum seinastu tíggju dystunum og er nú undir strikuni.
Norwich var í 80 minuttir á veg móti einum sigri á heimavølli móti Crystal Palace, men Connor Wickham javnaði fimm minuttir fyri leiklok.
Um eina løtu kann Manchester United nærkast 4. plássinum. Chelsea, Totteham og Wolves hava øll spælt fyrr í dag, men eingin av hesum liðunum vann.
Les eisini: Liðini í topp-fýra stríðnum snávaðu øll
Premier League, 21. umfar:
17.30: Manchester City - Everton 2-1 (0-0)
Norwich - Crystal Palace 1-1 (1-0)
West Ham - Bournemouth 4-0 (3-0)
Úrslitini fyrr í dag:
Brigthon - Chelsea 1-1 (0-1)
Burnley - Aston Villa 1-2 (0-2)
Newcaslte - Leicester 0-3 (0-2)
Southampton - Tottenham 1-0 (1-0)
Watford - Wolves 2-1 (1-0)
20.00: Arsenal - Manchester United
Støðan:
1. Liverpool (55 stig) - 19 dystir
2. Leicester (45 stig) - 21 dystir
3. Manchester City (44 stig) - 21 dystir
4. Chelsea (35 stig) - 21 dystir
5. Manchester United (31 stig) - 20 dystir
6. Tottenham (30 stig) - 21 dystir
7. Wolves (30 stig) - 21 dystir
8. Sheffield United (29 stig) - 20 dystir
9. Crystal Palace (28 stig) - 21 dystir
10. Everton (25 stig) - 21 dystir
11. Southampton (25 stig) - 21 dystir
12. Newcastle (25 stig) - 21 dystir
13. Arsenal (24 stig) - 20 dystir
14. Brighton (24 stig) - 21 dystir
15. Burnley (24 stig) - 21 dystir
16. West Ham (22 stig) - 20 dystir
17. Aston Villa (21 stig) - 21 dystir
18. Bournemouth (20 stig) - 21 dystir
19. Watford (19 stig) - 21 dystir
20. Norwich (14 stig) - 21 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald