Fótbóltur

Jimmy Abdul skiftir úr FC Suðuroy til AB

Nigerianski miðverjin hevur spælt í trý og eitt hálvt ár við FC Suðuroy. Nú hevur 23-ára gamli Abdul skrivað undir tvey-ára sáttmála við uppflytararnar av Argjum.

Jimmy Abdul kom til Føroya úr Nigeria á sumri 2022. Síðani hevur sterki og skjóti verjuspælarin verið ein týðandi partur av tveimum uppflytingum: Fyrst úr 2. deild (2023) og úr 1. deild (2024)

Jimmy Abdul kom til Føroya úr Nigeria á sumri 2022. Síðani hevur sterki og skjóti verjuspælarin verið ein týðandi partur av tveimum uppflytingum: Fyrst úr 2. deild (2023) og úr 1. deild (2024)

2025-11-11 16:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

AB skal í 2026 spæla í bestu mansdeildini eftir tvey ár í 1. deild. Og felagið hevur kunngjørt sín fyrsta styrk til tilveruna í fremstu røð.

- Vit eru sera fegin um at bera tey tíðindi, at Jimmy Abdul, ið hevur verið ein sterkur verjuspælari hjá FC Suðuroy síðstu árini, hevur skrivað undir sáttmála við AB. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárini 2026 og 2027.

Jimmy Abdul kom til Føroya úr Nigeria á sumri 2022. Síðani hevur sterki og skjóti verjuspælarin verið ein týðandi partur av tveimum uppflytingum: Fyrst úr 2. deild (2023) og úr 1. deild (2024).

Í ár hevur Jimmy Abdul spælt 26 dystir í fremstu røð, har FC Suðuroy varð júst ov stutt fyri at halda sær uppi. Hetta merkir, at nú 23-ára gamli miðverjin hevur royndir úr deildini við út á Argir. Og har verður nógv væntað av honum.

- Jimmy Abdul hevur verið ein stórur profilur fyri FC Suðuroy síðstu árini, og vit hava sera góðar vónir um, at hann kann blíva ein sannur fongur fyri AB komandi tvey árini.

Í AB verður Jimmy millum annað liðfelagi við landsmannin, Obule Sunday Moses. Felagið hevur millum annað longt sáttmálarnir við danirnir Jesper Sørensen og Luca Ørsted Thorstensen. Fyrrnevndi er málverji, ið kann verða sera týðandi fyri felagið í 2026 eisini.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder