Enn eitt avboð er komið til A-landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða á Tórsvølli ávíkavist leygardagin 9. oktober og týsdagin 12. oktober. Eins og við hinum, sum kom í dag, so er talan um ein HB-bakk, sum fór út við skaða í grannauppgerðini í dag.
Hannes Agnarsson kemur við ístaðin Daniel Johansen, og nú er greitt, at Jóannes Kalsø Danielsen avloysir Hera Hjalt Mohr. Høgri bakkurin hjá KÍ var seinast á landsliðnum í mars, tá fyrsti dystirnir í undankappingini vórðu leiktir. Heri varð valdur frammum Jóannes til dystirnar í september og aftur hesuferð, men nú er havnarmaðurin darvaður av skaða.
Mikudagin boðaði Andreas Lava Olsen úr Víkingi frá, at hann ikki var tøkur til komandi dystir. Í hansara stað úttók landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, John Frederiksen, ið dagliga spælir fyri SKU Amstetten í Eysturríki.
Hópurin savnast týsdagin. Leygardagin 9. oktober spæla Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 12. oktober, koma skotar á vitjan. Báðar dagar er avspark klokkan 19:45.
Hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Heini Vatnsdal, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Odmar Færø, KÍ
Hørður Askham, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
Hallur Hansson (Einki Felag)
Rene Shaki Joensen, HB
Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
John Frederiksen, SKU Amstetten (Eysturríki)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald