2025-01-24 08:49
Tá Jóhan á Plógv Hansen í gjárkvøldið saman við hinum á danska landsliðnum vann ruddiliga 39-28 móti Sveis, var tað samstundis dystur nummar 100 hjá havnarmanninum.
Jóhan á Plógv Hansen var 21 ára gamal tá hann í 2015 á fyrsta sinni spældi á nógv vinnandi danska A-landsliðnum.
Síðani hevur 30 ára gamli høgri vongurin verið við til at vunnið HM-gull tríggjar ferðir á rað, OL-silvur, EM-bronsu og EM-silvur.
Higartil í hesum endaspælinum er tað ikki blivin til nógva spælatíð hjá Jóhan á Plógv Hansen. Hann spældi seinna hálvleik í gjár og skoraði uppá øll síni trý skot í 39-28 sigrinum.
(Mynd: Håndboldherrerne)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald