Hondbóltur

Jóhan á Plógv fekk eingi landsliðsboð hesaferð

Hans Lindberg er klárur aftur fyri danska hondbóltslandsliðið.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-10-07 16:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski vongurin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, er enn ikki sjálvskrivaður á landsliðnum – heldur ikki hóast hann skjótt kann kalla seg fulltíðarprofessionellan í heimsins sterkastu hondbóltskapping, týsku bundesliguni.

Danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, hevur í dag kunngjørt landsliðshópin, sum seinni í mánaðinum skal spæla Golden League kapping í Aarhus og Aalborg.

Og við tað at nú 38 ára gamli Hans Lindberg, av føroyskari ætt og í donsku pressuni ofta kærliga kallaður ’Hans majestæt’, nú er klárur aftur fyri landsliðið, vórðu ongi boð send eftir heilføroyinginum, Jóhan á Plógv Hansen, hesaferð.

Teir úttiknu til høgra vong hesaferð eru Hans Lindberg og Lasse Svan, sum báðir hava nógv drúgvari royndir á landsliðnum og týsku bundesliguni, enn Jóhan á Plógv Hansen hevur.

Danmark spælir móti Fraklandi í Aarhus 24. oktober og móti Noregi ella Spania í Aalborg 26. oktober. 

[object Object]
Hans Lindberg (Savndmynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder