Fótbóltur

John Petersen nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá HB

Danin hevur seinastu árini starvast í Suðuroynni.

John Petersen saman við Margit Bjørklund Ziskason úr ungdómsnevndini (Mynd: hb.fo)

John Petersen saman við Margit Bjørklund Ziskason úr ungdómsnevndini (Mynd: hb.fo)

2020-03-10 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

– Tað, sum gjørdi, at eg valdi at taka við avbjóðingini, var møguleikin at koma til eitt størri felag. Eitt felag, ið hevur uppraðfest á nógvum økjum seinastu tíðina. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at eg havi haft tað ótrúliga gott í Hvalba og Royn. Tí var hetta ikki nøkur løtt avgerð, men í síðsta enda var tað týdningarmikið fyri meg at fylgja mínum ítróttarligu málsetningum.

Hetta sigur 36-ára gamli John Petersen, nú greitt er, at hann verður høvuðsungdómsvenjari hjá HB. Danin hevur seinastu árini verið høvuðsungdómsvenjari hjá Royn, TB og felagsliðnum í Suðuroynni. men hevur nú valt at taka við avbjóðingini hjá havnarfelagnum.

Les meira um starvssetanina og ætlaninar hjá John á heimasíðuni hjá HB

Upprunaliga skuldi írin Christopher Harrington røkja starvið.

Les eisini: 
- Írskur venjari gevst áðrenn hann er byrjaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder