Fótbóltur

John Petersen: Vit skulu vísa framgongd

Landsliðsvenjarin er rímiliga væl nøgdur við lutakastið í gjár. Hann metir, at tað kundi verið nógv verri.

John Petersen við EM-steypinum til lutakastið í Sveis gjár; hann skal royna at flyta føroyska liðið rætta vegin (Mynd: FSF)

John Petersen við EM-steypinum til lutakastið í Sveis gjár; hann skal royna at flyta føroyska liðið rætta vegin (Mynd: FSF)

2019-02-22 16:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var lutakastið til EM undankappingina hjá kvinnum. Føroyar komu í bólk við Norra, Wales, Hvítarussland og Norðurírland. Hetta var mett sum eitt fínt lutakast, og landsliðsvenjarin er rímiliga væl nøgdur. Hann segði soleiðis, eftir at hann var komin aftur til Føroyar: 

- Nú hava vit ikki hugt eftir liðunum heilt enn, men vit kunnu so siga, at tað kundi verið nógv verri enn Hvítarussland og Wales úr øðrum og triðja seedingsbólki. Wales stóð seg tó væl í farnu undankapping. Vit kundu havt fingið eitt lið afturat úr okkara seedingsbólki, um seks lond vóru i bólkinum, og vit vònaðu at fáa okkurt annað lið enn Norður Írland úr næstniðasta bólki. Lutakastið er gott á tann hátt, at tað ikki er nógv ferðing, og tað hevur eisini sínar fíggjarligu fyrimunirnir. 

John Petersen sær fram til spennandi uppgávuna ímóti Noregi, ið hevur vunnið EM tvær ferðir: 
  
- Líkamikið hvat lið vit trektu úr tí hægsta seedingsbólkinum, so fór tað at verða talan um eina ógvuliga trupla uppgávu. Norra er eitt av teimum heilt góðu liðunum í heiminum og eitt spennandi mótstøðulið; tað er ein granni, og tað ger tað eisini áhugavert. 

Viðvíkjandi málsetningi til komandi undankapping so snýr málið hjá venjaranum og liðnum ikki so nógv um stig. John Petersen sigur við Portalin, at liðið skal flyta seg á nógvan hátt: 

- Málið er heilt sikkurt, at vit vísa framgongd við tí leikliga og kanska serliga tí fysiska; har er pláss til, at vit flyta okkum. Nú eru dystirnir ikki fyrrenn í heyst og 
í 2020. Nógv kann henda áðrenn, men vit vóna at fáa eina góða landskapping í Føroyum, og at leikarar flyta seg. Vit royna at forbetra okkum, og hugsa ikki so nógv um at fáa stig. Seinast eydnaðist tað at fáa eitt mál, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkir hesuferð.

Landsliðsvenjarin fegnast um, at fleiri leikarar royna seg á høgum støði uttanlanda, og hann sigur soleiðis um fyrireikingarnar til EM undankappingina:

- Venjingardystir í Litava fyrst í apríl eru fyrsta uppgávan. Vit hava júst havt samling við leikarum sum spæla í Føroyum, og fáa at síggja hvussu ofta vit samlast, áðrenn kappingin byrjar. Fleiri leikarar eru uttanlands, sum sikta høgt, og hetta er gleðiligt.

Sí leikskránna hjá føroyska liðnum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder