Oyggjaleikir 2023

Jónas vann suverent – men veit ikki hvussu skjótt hann rann

Tíðartøkan kiksaði í 200 metra finaluni fyri menn í kvøld.

Jónas var fleiri metrar framman fyri hinar tá hann vann 200 metra renningina (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jónas var fleiri metrar framman fyri hinar tá hann vann 200 metra renningina (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-12 21:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Var talan um ein flottan sigur, tá bert 17 ára gamli kvívíkingurin Jónas Gunnleivsson Isaksen vann gull í 400 metra renningini mánakvøldið, so var tað ikki minni suverent, tá hann vann langt framman fyri allar hinar á hálva teininum í kvøld, 200 metra renningini.

Men vit kunnu ikki fortelja hvussu skjótt hann rann, um hann kanska var undir 22 sekundum. Tí tíðartøkan riggaði ikki. Men tað var ongin ivi um hvør vann. Tað verður kortini tikið við fyrivarni, tí leingi var spurningur um, hvørt finalan kanska skuldi rennast av nýggjum.

Sum vit skilti, verður tað ikki gjørt. Men enn (í skrivandi løtu) er Jónas tó ikki kosin vinnari á almennu úrslitatænastunum hjá oyggjaleikunum. Og tað er eisini orsøkin til, at vit ikki eru før fyri at upplýsa hvørjir vunnu silvur og bronsu.

Tá kvinnurnar runnu 200 metrar, riggaði tíðarkoyringin aftur. Her luttók Margit Weihe Frímundsdóttir, og hon gjørdist nummar 5 í tíðini 25,68 minuttir.

Abi Galpin av Guernsey vann framman fyri Ffion Roberts úr Ynys Mon og Katie Dinwoodie úr Hetlandi



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder