Annað

Jordan Love nýggjan sáttmála: 380 milliónir krónur um árið

Í samband við nýggjan fýra ára sáttmála við Green Bay Packers, er Jordan Love blivin best lønti quaterback nakrantíð.

Jordan Love, quarterback hjá Green Bay Packers, her í NFL-dysti móti Atlanta Falcons, seinasta kappingarár. (Mynd: EPA)

Jordan Love, quarterback hjá Green Bay Packers, her í NFL-dysti móti Atlanta Falcons, seinasta kappingarár. (Mynd: EPA)

2024-07-27 13:20 Author image
Áron Vest
placeholder

25 ára gamli Jordan Love, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Green Bay Packers. Sambært ESPN er sáttmálin søguligur. Hann er settur til fýra ár og er sáttmálin verdur 1,53 milliardir krónur.

Harvið verður hann hann best lønti quarterback í amerikanskum fótbólti nakrantíð. Árslønin er 55 milliónir dollarir, sum rundað upp er 380 milliónir krónur um árið.

Einans tveir leikarar fáa eins høga løn í amerikonsku NFL liguni. Tað eru Trevor Lawrence (Jacksonville Jaguars) og Joe Burrow (Cincinnati Bengals) - sum eisini eru hægstu árslønir í NFL í nýggjari tíð.

Sambært ESPN, er tað sum ger, at Jordan verður best lønti spælari nakrantíð, at hann er garanteraður 155 milliónir dollarir, sum er ein góð milliard krónir, sama hvat hendur honum. Harafturat fær hann eina "signing bonus", sum merkir, at hann fær 75 milliónir dollarar, ella 515 milliónir krónur, bara fyri at skriva undir sáttmálan.

Jordan Love hevur verið undir sáttmála hjá Green Bay Packers síðani 2020 og hevur hann nú sáttmála fram til 2028. Tá er hann 30 ára gamal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder