Annað

Juventus og Real eru samd

Cristiano Ronaldo verður Juventus-leikari heilt skjótt.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-07-10 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ligið í luftuni leingi. Og nú er tað vist, at Cristiano Ronaldo skiftir frá Real Madrid til Juventus. Sky Sports og aðrir miðlar skriva , og hetta hevur spanska stórfelagið vátta í dag.

Fimm ferðir er hann valdur til heimsins besta leikara, og hann hevur vunnið Champions League fyra ferðir seinastu fimm árini við Real.

Fleiri ferðir hevur tað ligið í luftni, at Ronaldo skal skifta frá Real. Beint eftir Champions League-finaluna kom eitt týðiligt tekin um, at 33-ára gamli portugisin skjótt var fortíð í kongafelagnum. Ronaldo segði í viðtalu eftir dystin, at hann hevði verið glaður fyri tíðina í Real Madrid, og at hann hevði uppnátt alt í felagnum.

Søgurnar um eitt skifti hava gingið heitar; ikki so nógv meðan Ronaldo umboðaði sítt land til HM í Russlandi. Men síðani Portugal varð sligið út, hevur tað verið alsamt meira greitt, at Ronaldo skal til Juventus.

Í dag hevur Real Madrid so vátta hetta. Prísurin kemur at liggja líka omanfyri 100 milliónir pund. Umboðsmenn fyri Juvenuts hava hittst við leikaran í fag, meðan umboðamaðurin hjá Ronaldo, Jorge Mendes, hevur fundast við Real Madrid.

Hetta er ein sera stór flyting og saman við fráferðini hjá Zidane úr Real, markar hetta eitt skifti fyri trýfaldu Champions League-meistararnar. Hetta er ein spennandi tíð fyri Juventus, nú ein av størstu profilinum í fótbóltsheiminim kemur til felagið.

Meira um skiftið tá tað er endaliga váttað; sæmbært Sky Sports kann tað verða seinni í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder