placeholder
Fótbóltur

Kann gerast eitt serstakt kvøld á Svangaskarði

B68 hevur ikki verið í steypafinaluni síðani 1995. Um tað eydnast at gera arbeiði liðugt í kvøld, so er liðið hjá Jákupi á Borg bert ein sigur frá Evropa. EB/Streymur skal royna at venda øllum á høvdið.

Onnur ljós enn hesi eru nú uppi á Svangaskarði, sum frá klokkan 16.15 verður karmur um seinnur hálvfinaluna í kappingina um Løgmanssteypið millum B68 (3) og EB/Streym (0)  (Mynd: Sverri Egholm)

Onnur ljós enn hesi eru nú uppi á Svangaskarði, sum frá klokkan 16.15 verður karmur um seinnur hálvfinaluna í kappingina um Løgmanssteypið millum B68 (3) og EB/Streym (0) (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-25 08:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB er í sínari steypafinalu nummar 43. Síðani 2-1 sigurin á 07 Vestur í Gundadali 4. oktober hevur sigursvanda felagið úr høvuðsstaðnum bíða eftir at fáa at vita, hvat mótsstøðuliðið í finaluni um Løgmanssteypið 4. november verður. Hetta kann verða ein dystur, sum HB noyðist at vinna fyri at fáa atgond til evropeiskar dystir næsta ár og 1,7 milliónir brutto.

Fyri fíggjarliga sperda B68 kann hetta eisini gera stóran mun. Felagið skyldar pening og hevur ikki fingið eins nógvar inntøkur í ár, sum væntað varð. So er tað stoltleikin, og tað at kappast um metal og evropeiskt pláss. B68 vann trý FM-heiti millum 1984 og 1992. Síðani hevur liðið í einstøkum førum verið í oddastríðnum, og í 2003 endaði B68 á 3. plássinum. Í 1995 var B68 í steypafinaluni fyri higartil einastu ferð. Tað endaði við við 1-0 ósigri – móti HB.

Les eisini: Seinna hálvfinalan byrjar seint seinnapartin

EB/Streymur hevði bert tvey ár á baki sum felag tá. Eftir at felagið hevði fingið støðufesti í fremstu deildini tíðliga í hesari øldini kom ein stórveldistíð: Frá 2006 til og við 2012 endaði EB/Streymur í topp-tvey í landskappingini: Fimm silvurheiðursmerki og tvey føroyameistaraheiti gjørdist talan um. EB/Streymur var í steypafinaluni á hvørjum ári frá 2007 til og við 2013. Fýra ferðir endaði tað við steypagulli og gleimi – tríggjar ferðir var Víkingur omaná.

Tað eru harvið tvey feløg við ógvuliga ymiskum siðvenjum, sum í kvøld kappast um at møta mest sigursvanda føroyska felagnum á manssíðuni í finaluni. Tað eru eisini tvey lið við ymiskum fyritreytum. B68 vann 3-0, tá fyrra hálvfinalan varð spæld á Eiði – fyri næstan fýra mánaðum síðani. Harvið hevur liðið hjá Jákupi á Borg øll kortini á hondini undan kvøldsins uppgerð á heimavøli og kemur eisini inn til dagsins uppgerð við meira sjálvsáliti enn EB/Streymur, sum tapti 8-0 í Sarpugerði sunnudagin.

[object Object]
EB/Streymur vil sleppa at stríðast við HB um gullið, men heilt nógv skal til í kvøld. Liðið hevur bert skorað trý mál móti AB í ár (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Í oktober í fjør vórðu Jákup á Borg og spælararnir heiðraðir við Løkin, eftir at plássið í Betrideildini varð tryggjað. Í Nes kommunu vóna tey, at hetta árið eisini endar við slíkum fagnaði (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið hjá Sigfríði Clementsen kann tó spæla meira frítt, og tað skal helst ikki meira til enn eitt mál til útiliðið rímiliga tíðliga í dystinum fyri at fáa veruligan spenning í. Ivamál er um Boga Reinert-Petersen, sum hevur verið darvaður av knænum seinastu tíðina.

B68 nýtti ikki alt krútið í Betrideildardystinum sunnudagin. Áki Johannesen og Boubacar Dabo spældu als ikki, meðan Sebastian Lau Nielsen, Alex Mellemgaard og Mohammed Samba ikki komu inn fyrrenn um miðjan 2. hálvleik. Teir vóru við at venda 0-2 til 2-2: Nú skal B68 royna at forða EB/Streymi at venda hesari uppgerðini á høvdið.

Fyrsta bríksl á Toftum í dag verður klokkan 16.15. Televarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar.

Kappingin um Løgmanssteypið, seinna hálvfinalan
Í dag, mikudagin 25.10
16.15: B68 (3) - EB/Streymur (0)

Tøl: FaroeSoccer og FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder