Hondbóltur

Kári Horn nýggjur venjari hjá Neistakvinnum

Birgir Hansen og Neistin enda samstarvið, boðar felagið frá.

Neistakvinnur fáa nýggjan venjara (Mynd: Sverri Egholm)

Neistakvinnur fáa nýggjan venjara (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-19 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Birgir Hansen sum hevur verið venjari hjá Neistakvinnum ynskir ikki at halda fram, og felagið hevur gingið hansara ynski á møti. Tískil hevur Neistin valt at steðga samstarvið við venjaratoymið, og hevur sett Kára Horn sum nýggjan venjari, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum og komandi kappingarár.

Soleiðis stendur at lesa í fráboðan frá Neistanum.

Saman hava felagið og nýggi venjarin lagt eina miðvísa framtíðarætlan fyri Neistakvinnur.

[object Object]Kári Horn (Mynd: Neistin)

- Eins og í øðrum feløgum er javnan ættarliðsskifti á liðum, og soleiðis er eisini á kvinnuliði Neistans júst nú. Yngri leikarar hava tikið við, og hava fingið uppgávuna at lyfta arvin eftir eldri og royndari leikarum, sigur felagið.

- Neistin er siðursvant felag, og tí er uppgávan hjá ungu Neistakvinnunum stór, men tíbetur eru nógvar ungar raskar neistakvinnur klárar at bjóða seg fram, sigur Neistin.

Neistin liggur í løtuni á fjórða plássi við 11 stigum í SMS-deildini. Steðgur er í kappingini á jólum, og næsti dystur í landskappingini er móti Stjørnini á heimavølli 9. januar.

[object Object]Birgir Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder