Írin Christopher Harrington varð fyrr í vetur settur sum høvuðsungdómsvenjari og venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá HB. Men orsaka av trupulleikum við arbeiðsloyvi og øðrum viðurskiftum valdi hann at enda samstarvið. Christopher Harrington varð í vikuni settur sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Fram Reykjavík
Les eisini: Írskur venjari gevst áðrenn hann er byrjaður
HB hevur nú funnið ein avloysara til Betri-kvinnur. Talan er um 56-ára gamla Kára Reynheim. Havnarmaðurin vaks upp í HB, og nú er hann aftur í felagnum sum venjari.
Bóltsnillingurin spældi 119 dystir á besta mansliðnum. Harumframt hevur hann eisini spælt 27 A-landsdystir. Í venjarahøpi er Kári heldur ikki heilt ókendur, har hann m.a. hevur verið venjari hjá fremstu mansliðunum hjá NSÍ og ÍF. Seinasta starvið hjá Kára í venjaraheiminum var í Fuglafirði í fjør.
Kári Reynheim sigur soleiðis við heimasíðuna hjá HB:
– Tær høvdu eitt gott kappingarár í fjør, og tær høvdu eitt mál um at vera við í oddinum aftur í ár. Og tað málið haldi eg fast í. Tíðin kemur at vísa hvønn spælistíl vit fara at hava. Man má justera tingini eftir teimum spælaranum man hevur. Tað týdningarmesta er at skipað liðið væl, bæði offensivt og defensivt, óansæð hvørjar typur eg havi. Tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki at arbeiða út frá tí tilfari eg havi, og tað verður tað heldur ikki hesa ferð, sigur Kári at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald