2018-06-26 11:42

Í gjár komu eini heilt stutt boð úr NSÍ, at felagið og Karl Abrahamsson Løkin enda samstarvið. Umframt at takka Karl fyri tíðina í NSÍ, ynskir felagið leikaranum góða eydnu framyvir.
Karl Løkin er uppvaksin í NSÍ og umboðaði felagið í bestu føroysku fyri fyrstu ferð í 2007. Tá spældi hann allan dystin í einum 2-1 tapi á útivølli móti SÍ.
Síðani 2007 hevur Karl Løkin spælt flestu dystir sínar fyri ÍF, har hann spældi fyri fyrstu ferð í 2010.
Tilsamans hevur 27 ára gamli miðvallarin leikt 192 dystir í bestu deildini og skora 11 mál. Karl hevur eisini spæl 22 dystir í kappingini um Løgmanssteypið, ein stórsteypadyst og 6 Evropa League dystir, skrivar faroesoccer.com.
Dagført: 11.53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald