Fótbóltur

Karstin Hansen: Tað man hopaði uppá sum smádrongur

Ikki nógvar broytingar eru í landsliðshópinum frá seinast; tó eru færri leikarar við og ein nýggjur ungur málverji, ið ikki hevði roknað við úttøku.

Karstin Hansen er úttikin sum ein av trimum málverjum í føroyska A-landsliðshópinum
(Mynd: Skála IF)

Karstin Hansen er úttikin sum ein av trimum málverjum í føroyska A-landsliðshópinum (Mynd: Skála IF)

2019-03-11 11:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani setti Lars Olsen navn á ársins fyrsta landsliðshóp. Liðið er tikið út til EM-undankappingardystirnar á Malta og Rumenia. 

Les eisini: Fyrsti hópurin til EM-undankappingina úttikin

Sjey útav teimum 20 leikarum leika í Betrideildini. Í mun til undanfarnu hópar, har 23 leikarar ofta hava verið við, eru bert 20 leikarar við hesuferð. Lars Olsen nevndi á tíðindafundinum, at tað eru ávísir fyrimunir við at hava ein nakað smælri hóp við. 

Hetta merkir, at pláss ikki var fyri millum annað Jógvan Róa Davidsen, Gunnari Vatnhamar, Meinhard Olsen og Jóannes Bjartalíð, sum vóru við í november, tá føroyska landsliðið hevði sínar seinastu uppgávur. Í mun til tá er Jóan Símun Edmundsson aftur í hópinum. Toftamaðurin í Bielefeld var skaddur, tá Føroyar spældu í Nations League í Aserbadjan og á Malta.  

Seinasta broytingin í hópinum er á málmansplássinum. Kristian Joensen úr KÍ var við seinast, og Lars Olsen hevði at munni at hann hevði verið skaddur í seinastuni, og tí royndu teir nakað nýtt. Kristian sat á bonkinum í 1. umfari i Betrideildini í gjár, meðan Karstin Hansen spældi fyri Skála í Gundadali ímóti B36. Hann er aftur í ár leigaður yvirum fjørðin frá NSÍ. 21-ára gamli glyvramaðurin stórfegnast um úttøkuna: 

- Hetta er stórt - hetta er tað man hopaði uppá, tá man var smádrongur. Men at tað skuldi henda longu nú sum 21 ára gamal, hevði eg ikki rokna við. Man er glaður, man hevði ikki rokna við hesum, men hetta vísir eisini, at man ger eitt gott arbeiði. Og man er eitt sindur stoltur at vera komin har upp nú. 

Eftir nøkur ár sum evnaríkur eykamálverji í Runavík fekk Karstin møguleikan at royna seg á Skála fyri at fáa fasta spælitíð í bestu deildini. Hann tók av, og hetta hevur víst seg at verið ein røtt avgerð:  

- Ja, man má siga, at eg haldi sjálvur, at eg valdi tað rætta, og mær dámar væl at vera har; góðir venjarar og spælarar, so har er gott. 

Avrikini á Skála og á U21-landsliðnum hava gjørt sítt til, at Karstin nú er úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni: 

- Avrikini við U21 hava møguliga eisini okkurt at siga; kanska serliga dysturin í Póllandi. Men annars haldi at tað hevur gingið væl síðsta ári, so man er glaður fyri møguleikan

Lars Olsen segði, at hetta er eitt gott høvið hjá teimum at síggja Karstin Hansen og hjá málmansvenjaranum at arbeiða við honum. Landsliðsvenjarin nevndi eisini júst góðu gongdina hjá unga málverjanum, ið hevur gjørt, at hann verður umborð á flogfarinum, tá føroyska A-landsliði setur kós ímóti Malta um eina viku.

Føroyski hópurin: 

Málverjar: 
Gunnar Nielsen, FH
Teitur M. Gestsson, HB
Karstin Hansen Skála (leigaður frá NSÍ)

Verjuleikarar: 
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, HamKam
Viljormur Davidsen, Vejle BK
Magnus Egilsson, HB
Gilli Rólantsson Sørensen, Brann Bergen
Sonni Ragnar Nattestad, FC Fredericia  

Miðvallarar: 
Heini Vatnsdal, Fremad Amager
René Shaki Joensen, Grindavík
Hallur Hansson, AC Horsens
Brandur Hendriksson Olsen, FH
Rógvi Baldvinsson, Bryne
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld
Jákup Thomsen, FH
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder