
Tað var ein dystur, sum, um ikki byrjaði eina kekkiska keppu, so veruliga setti hana í skeppuna. Kekkia hevur altíð vunnið á Føroyum, men í gjárkvøldið stóðu føroyingar fyri glæsiligum avriki og vóru omaná
Legendan og núverandi "ítróttarstjórin" fyri landsliðið, Pavel Nedved, hevur alment biðið um umbering, og kekkisku miðlarnir leggja heldur ikki fingrarnir ímillum.
Sí eisini: Kekkiska skommin: Legendan sigur orsaka
Framtíð venjarans: Fundaðust í kaffistovi á Vága Floghavn
Sum í øðrum førum, tá føroysk landslið hava vunnið móti stórari fótbóltstjóð, so er høvuðsvenjarin hjá mótsstøðuliðnum skjótt komin undir trýst. Kendastu dømini eru Joseph Hickersberger (Eysturríki, 1990) og Claudio Ranieri (Grikkalandi, 2014). Teir mistu starvið eftir skeldandi tap fyri føroyska manslandsliðnum,
Nú er tað Ivan Hasek, sum stendur fyri skotum. Stóri miðilin idnes.cz hevur koyrt atkvøðugreiðslu út, og har er so at siga eingin ivi: Nærum øll av teimum yvir 10.000 sum hava svarað, vilja hava venjaran, ið tók við í fjør, úr starvi.
Skíggjamynd: idnes.cz
Miðilin hevur fólk á staðnum, og í áhugaverdari støðulýsing úr Føroyum greiðir ein av kekkiski miðlamonnunum á staðnum frá, at starvsnevndin í kekkska fótbóltssambandinum hevði fund um støðuna á Vága Floghavn. Hetta var í einari cafe, skirvar idnes.cz.
Pavel Nedved var eisini við, og støðan um framtíðina hjá Ivan Hasek og landsliðnum sum heild varð umrøtt. Eingin avgerð fyriliggur tó, fyrrenn ferðalagið er komið aftur til Kekkia.
Til ber at lesa alla greinina - millum annað á enskum - her
Mjørki legði meinbogar í vegin - bíðaðu í yvir fýra tímar
Og tað verður ikki fyrrenn einaferð í morgin, at teir flestu kekkarnir sleppa av landinum. Thomas Soucek og onkur annar slapp av landinum fyrrapartin í dag við onkrari rutu, men tað var ikki við leguflogfarinum sum kekkiski hópurin skuldi við.
Túrurin 11.10 til Prag var avlýstur, og tað var tann leigutúruin, sum restin av ferðalagnum skuldi við, eisini. Tað eina leiguflogfar setti seg ongantíð, meðan hitt ikki slapp uppfrá í føroyska mjørkanum.
- Spælararnir sótu við kafeina í bíðhølunum í yvir fýra tímar. Teir fingu sær kaffi, onkran lættan mat, teir prátaðu - við hvønn annan og i telefon. Teir vónaðu, at mjørkin yvir flogvøllinum lætti. Men til fánýtis.
Trupulleikin, sum miðilin eisini lýsir, er, at leiguflogfari ikki hevur eins góða stýringsskipan, sum norðurlendsk flogfeløg hava. Hesar er serliga gjørdar til at lenda í ivasomum veðri, so rutuflogførini kou og fóru uttan trupulleikarn.
Sambært kekkum var tað vónleyst hjá leiguflogfari teirra, sum kom í Noreg og skuldu flyta teir úr Føroyum, at lenda í umstøðunum; "í ringum veðri, millum fjøll og stuttari breyt".
Harvið varð farið aftur til Havnar seinnapartin, og teir, sum høvdu eina ringa upplving á Tórsvølli sunnukvøldið, noyðast at gista eina nátt afturat í Føroyum. Eftir nýggju ætlanini sleppa kekkar avstað úr Vágum um middagsleitið í morgin, týsdagin.
Hetta er á ein hátt lagnunnar speisemi, tí í 1998 "snýttu" kekkar, við Nedved á liðnum, Føroyar í mjørkanum á Svangaskari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald