Fótbóltur

KÍ endaði aftast í Atlantic Cup

Føroyameistararnir skoraðu einki mál í venjingarkappingini í Portugal. Nú er nøsin vend heim - Betrideildin byrjar um ein mánaða.

Liðið sum byrjaði inni í 3-0 tapinum á meira enn ivasama grasvøllinum í gjár. KÍ royndi at bjóða Real Salt Lake og hinum av, men tað sæst, at liðið er tíðliga í tilgongdini í 2024 (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

Liðið sum byrjaði inni í 3-0 tapinum á meira enn ivasama grasvøllinum í gjár. KÍ royndi at bjóða Real Salt Lake og hinum av, men tað sæst, at liðið er tíðliga í tilgongdini í 2024 (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

2024-02-10 15:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur, sum fyrsta føroyska lið nakrantíð, luttikið í Atlantic Cup. Hendan venjingarkappingin í Portugal er serliga fyri skandivisku liðini, men eisini onnur úr sterkum deildum, sum eru í vetraruppstartinum.

At KÍ er komið styttri í fyririeikingunum, og at hini nærkast kappingarbyrjan av álavara og vanliga spæla á hægri stigi, fekst sjón fyri søgn. Føroyameistararnir vóru ikki eins væl við sum í allarflestu evropeisku dystunum í fjør. Móti Beijing var talan um javnan dyst, men tá kom málið hjá kinesiska liðnum nærum beinanvegin, og var hetta tað veikasta av mótstøðuliðunum hjá KÍ í Algarve.  

Tá KÍ hevði sum so sterkast møguliga liðið inni, so var man heilt væl við í løtum, og KÍ brendi stórar møguleikar í trý-máls tapunum fyri Silkeborg og Real Salt Lake. Liðini úr Superliguni og MLS vístu tó dygdir, og munurin gjørdist millum annað størri, tá nógvir ungir føroyingar komu á vøllin.

Teir fingu tó veruliga roynt seg, og Haakon Lunov, sum býtti spælitíðini millum heilt nógvar spælarar - hevur helst lært nógv um lið sítt hesar tíggju dagarnar og tríggjar dystirnar á venjingarleguni. Nýggi norski venjarin og toymi hava millum annað nakrar venjingardystir - ein ímóti Víkingi - og stórsteypadystin (HB) næsta mánaðin.

KÍ spældi uttan Odmar Færø (skaða) og René Shaki Joensen (útbúgving) umframt Hall Hansson og Jonn Johannessen (uppvenjing frá skurðviðgerð) á venjingarleguni, og Deni Pavlovic, Heini Vatnsdal og Jákup Biskopstø Andreasen mistu allir í minsta lagi ein dyst. Nils Jonathan Johansson, Vegard Forren og Luc Kassi eru ikki longur í felagnum, og teir høvdu allir stóran leiklut í góðu gongdini í Evropa í fjør. Tað er lagt upp til, at KÍ fær 2-3 tríggjar spælarar í hópin - helst útlendingar og nær við beinleiðis avloysingar fyri hesar.

[object Object]
Føroyameistararnir skulu fínpussa ymiskt. Víkinga-liðið sær spennandi út, og liðini hittast skjótt til venjignardyst. Spurningurin er, um KÍ og Víkingur av álvara fara at renna kapp í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Úrslitini hjá KÍ í Atlantic Cup:

9. februar
Real Salt Lake - KÍ 3-0 (1-0)

Video: 3-0 tap hjá KÍ

6. februar
Silkeborg - KÍ 3-0 (1-0

KÍ tapti við trimum fyri Superliga-felagi
KÍ - Silkeborg: Her síggjast hæddarpunktini

31. januar
KÍ - Beijing Guoan 0-1 (0-1)

KÍ tapt tepurt móti Beijing

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder