Greiðir føroyameistarar men nú við einum næstbesta liði, sum skal vera í 2. deild og ikki 1. deild. Hetta er greitt, eftir at KÍ ikki fekk yvirhálað EB/Streym í seinasta umfari í 1. deild í kvøld.
Tað eru ikki hent síðani 2011, at KÍ ikki hevur havt sítt næstbesta lið í næstbestu deildini, meðan besta liðið er í fremstu røð.
Hetta kann vera tekin um nógv ting, men givið er, at í Klaksvík hevur man ikki, ella í øllum førum í ógvuliga avmarkari nøgd, megnað at fingið egnar spælarar ígjøgnum á besta liðnum seinastu árini, og at 1. deild í ár ikki gjøgnumgangandi hevur verið raðfest nógv.
Eins og hjá HB í ár, er tað ein smeitur og eitt keðiligt tekin hjá KÍ, ikki at hava í minsta lagi 1. deildarfótbólt til teir spælararnar, ið ikki spæla nógv í bestu deildini.
Dávid Biskopstø Andreasen, sum fyri stuttum gavst á besta liðnum, tí hann samanlagt fekk alt ov fáar minuttir, skoraði einasta málið í dystinum hjá KÍ á 07 Vestur í Klaksvík. 07 Vestur er hin niðurflytarin. Liðið endaði langt aftast við 7 stigum.
![]()
Dávid Biskopstø Andreasen í miðjuni (nummar 19). Tað er ikki fyrrenn móti endanum, at hann hevur spælt fult ígjøgnum í dystum í 1. deild - eftir at miðvallarin kendi seg noyddan at steðga á besta liðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Royndur klaksvíkingur og ítróttarstjóri felagsins tryggjaði EB/Streymi plássið
Tey 26 stigini hjá KÍ vóru ikki nóg mikið, tí NSÍ var komið upp á 27 stig við sigri í síðstu viku, og EB/Streymur í kvøld vann seg upp á 28 stig.
B36 legði seg annars á odda, og hevði 1-0 hildið í Gundadali, so hevði næstbesta liðið hjá EB/Streymi farið niður úr 1. deild - eins og tað gjørdi í 2023, 2021 og 2019.
Men hesaferð eydnaðist at halda sær uppi. EB/Streymur fekk nógv góð stig fyri steðgin; millum annað við sigri á Argjum. Seinastu vikurnar hevur felagið satsað uppá at hildið liðnum uppi, og ein lyklasigur hjá Sjúrði Jacobsen og hansara monnum kom móti KÍ í síðstu viku.
Í kvøld var tað Niels Pauli Danielsen, ið gjørdist avgerandi. 36-ára gamli klaksvíkingur er ítróttarstjóri í felagnum, hjálparvenjari á besta liðnum, og spælir hann framvegis minuttir. Tá ein tími var spældur, javnaði Niels Pauli við brotssparki, og eftir 87 minuttir hevði hann gjørt hattrikk. Hetta við tveimum frísparksmálum afturat brotssparkinum. 3-1 til EB/Streym og trý avgerandi stig.
![]()
![]()
Thomas Bjørn Miezan og Niels Pauli Danielsen (hattrikk) spældu báðir í avgerandi sigrinum hjá EB/Streymi á 07 Vestur (Mynd: EB/Streymur)
Sera týðandi fyri EB/Streym. HB og FC Hoyvík koma upp aftur í 1. deild næsta ár.
Skála og AB flyta upp í Betrideildina. Tey spæla sínar seinastu dystir í morgin.
Støðan í 1. deild hjá monnum:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald