Seinasti dystur í Meistaradeildini hjá monnum er á skránni í Klaksvík í kvøld, har EB/Streymur er á vitjan.
Bæði liðini tørva veruliga stig: KÍ í oddastríðnum, har NSÍ økti um leiðsluna til seks stig sunnudagin, og EB/Streymur í botninum har tríggir teir tættastu kappingarneytarnir fingu stig í gjár.
Sí eisini: NSÍ nærri meistaraheitinum - so at siga sama støða í botninum
KÍ, sum nú ikki hevur nakran evropeiskan dyst eftir í 2026, hevur sett stig til móti 07 Vestur og Skála á heimavølli í ár, umframt á útivølli móti AB og júst EB/Streymi. Ráð er ikki til annað enn trý stig móti einum av lægri liðunum, nú liðið hjá Magnusi Powell skal reisa seg eftir tunga tapið í Riga hóskvøldið. KÍ hevur steypafinalu á skránni leygarkvøldið, men eyguni kunnu ikki vendast móti Víkingi enn.
EB/Streymur hevur fleiri ferðir seinastu árini verið nær við at vinna sær stig við Djúpumýru. Kærkomin sigur kom til høldar móti AB seinasta vikuskifti.
FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 18.30: Brynjar Poulsen og Kristoffur Jakobsen vera til reiðar við mikrofonirnar. Til ber at fylgja við á Portalinum
21. umfar í Meistaradeildini
Mánadagin 31. august
18.30: KÍ - EB/Streymur (FM1)
Lurta her - til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum
Í gjár, sunnudagin 30. august
NSÍ - AB 3-1 (0-1)
3' Gunnar Reynslág 0-1
56' Sjálvmál (Mathias Brik Friis) 1-1
71' Meinhard Egilsson Olsen 2-1
82' Petur Knudsen 3-1
Reytt kort: 83' Petur Knudsen (seinna gula)
B36 - B68 1-1 (0-0)
83' Loick Jean Henri Lespinasse, br. 0-1
90 (+2)' Ragnar Samuelsen 1-1
Skála - 07 Vestur 1-1 (1-1)
18' Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
33' Maxwell Effiom 1-1
Fríggjadagin 28. august
Vikingur - HB 1-3 (0-0)
57' Jørgen Nielsen 1-0
64' Heini Fossdalsá Sørensen 1-1
73' Ári Mohr Jónsson/Dan í Soylu 1-2
90 (+3)' Ebiye Moses 1-3
Les eisini: HB fór avstað við øllum í Sarpugerði
Aron Benjaminsen: Eg fari til Skotlands mánadagin
Stigatalvan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald