Í fjør varð Kristian Joensen ársins málverji. Tað var eingin ivi um, at KÍ-málverjin hevði verið tann besti ígjøgnum árið. 27-ára gamli landsliðsleikarin lat bert 16 mál í teimum 24 dystunum, ið hann spældi fyri føroyameistararnar í Betrideildini. Kristian spældi eisini ein framúr dyst í Luzern í Europa League, har hann var bert fáar minuttir frá at tryggja KÍ ein sera flottan 0-0 javnleik.
Í ár hava avrikini hjá glyvramanninum tó ikki verið sannførandi og á sama høga støði sum í fjør. Ársins málverji 2019 hevur kostað nøkur mál, og nú ein ein pólendskur málverji komin til felagið at kappast um plássið. Talan er um 31-ára gamla Lukasz Jarosinski. Hann hevur seinast spælt fyri HamKam í næstbestu norsku deildini; tað er felagið, har Odmar Færø og Ole Erik Midtskogen, ið komu til KÍ í vetur, spældu við í fjør.
Kristian Joensen fær nú enn ein málverja at kappast við. Kristian hevur sáttmála við KÍ fyri komandi kappingarár eisini (Mynd: Sverri Egholm)
Ole Erik Midtskogen hevur víst sínar dygdir, síðani hann kom til KÍ úr HamKam. Nú kemur enn ein leikari til Klaksvíkar úr norska felagnum
Jarosinski kom til norskan fótbólt í 2012, tá hann skifti úr Wisla Krakow. Málverjin er 1,93 metur høgur. Sáttmálin er galdandi til og við kappingarárið 2022. Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at eftir at Meinhardt Joensen hevur givið til kennar, at hetta verður hansara síðsta ár sum yrkisleikari, hevur KÍ gjørt avtalu við polska málverjan. 40-ára gamli málverjin hevur í ár fimm dystir fyri TB og hevur seinastu árini fyri tað mesta verið eykamálverji hjá Kristiani. Meinhardt er skrásettur fyri 334 dystir í Betrideildini, sambært FaroeSoccer
KÍ leitar framhaldandi eftir leikarum
KÍ kunngjørdi sunnudagin 23-ára gamla slovenan David Skrbec sum nýggjan leikara.
Á heimasíðuni hjá felagnum stendur:
- Nú eru flestu plássini á liðnum betri tryggjað. Men framhaldandi verður leitað og hugt eftir spælarum, sum kunnu styrkja liðið, samstundis, sum yngru leikararnir hjá KÍ standa í menning. Felagið arbeiðir og virkar miðvíst eftir langtíðarætlan og við hesum stignum fyrireikar felagið seg eisini til komandi kappingarár
Nógv bendir á at KÍ, ið liggur á 4. plássi í Betrideildini, fimm stig aftanfyri oddaliðið HB, ið sló KÍ út í kappingini um Løgmanssteypið, fer at fáa meira styrk áðrenn flytingarvindeygað letur aftur síðst í mánaðinum. Sum skilst er landsliðsleikarin Heini Vatnsdal helst ikki langt frá at verða KÍ-leikari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald