Tað eydnaðst at fáa málleysan javnleik, tá franska Lille vitjaði fyrst í oktober, og fyri mánaði síðani var KÍ greitt omaná, tá Olimpija Ljubljana var á vitjan.
Tað vendi tó hinvegin í slovenska høvuðsstaðnum fyrr í hesum mánaðinum, og tað tapið ger - saman við tapinum í Slovakia í fyrsta umfari - at KÍ er kroyst undan fimta umfari í Conference League bólkaspælinum.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, hósdagin 30/11:
17.45: KÍ - Slovan Bratislava
17.45: Olimpija Ljubljana - LOSC Lille
Til ber at keypa atgongumerki til dystin her
Støðan í bólkinum
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 4 stig
Seks umfør eru, og tvey lið koma víðari
Sí eisini: KÍ livir á eggini eftir ósigur í Ljubljana
Sí eisini: Slovan stendur sum favorittur til uppgerðina hósvkvøldið
Slovan Bratislava kann spæla seg víðari við sigri á Tórsvølli, og KÍ kann illa brúka javnleik á stigatalvuni. Slovakiska meistaraliðið var ikki nógv sterkari enn KÍ á degnum, tá liðini spældu í Bratislava 21. september. KÍ er eisini sera sterkt á heimavølli. Seinastu níggju heimadystirnar í Evropa er liðið farið av vøllinum uttan at tapa. Hetta er óhoyrt fyri føroysk feløg.
Fyri KÍ er tað eisini ein stórur smeitur, at Árni Frederiksberg hevur leikbann vegna reyða kortið í Ljubljana. Tað ger fyritreytirnar hjá føroyameistarunum verri. Saman við kravinum um, at stig skulu á kontuna - og helst trý - kann leggja stórt trýst á Magna Hoseth og hansara menn. Teir hava allatíðina sagt, at málið er at koma víðari úr bólkinum.
Til ber at keypa atgongumerki til dystin her
Sí eisini: KÍ tekur ongan kjans við kuldanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald