Fótbóltur

KÍ-hópurin er komin til Finnlands

KÍ spælir hóskvøldið klokkan 17 móti Samuel Chukwudi og SJK - hetta verður fyrsti evropeiski útidystur hjá føroyskum felagi í ár, og teir kongabláu vóna, at hetta verður byrjanin til eitt langt summar.

Mest skorandi føroyski spælarin í evropeiskum fótbólti - 13 mál og øll seinastu tvey árini - til seinastu venjingina undan fráferð til Finnlands. Árni Frederiksberg og KÍ fáa nú hóskvøldið spennandi avbjóðing (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

Mest skorandi føroyski spælarin í evropeiskum fótbólti - 13 mál og øll seinastu tvey árini - til seinastu venjingina undan fráferð til Finnlands. Árni Frederiksberg og KÍ fáa nú hóskvøldið spennandi avbjóðing (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

2025-07-08 14:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti evropeiski dysturin hjá føroyskum fótbólti í ár verður klokkan 19 við Djúpumýru. Hetta er í Champions League, og tað er Víkingur, sum hevur heimavøll í hesum førinum.

Champions League 1. umfar, fyrri dysturin
Týsdagin 8. juli
19.00: Víkingur - Lincoln Red Imps (Við Djúpumýru)

Atgongumerki kunnu keypast her

Stroyming: KVF2

Sí eisini: 
Fyrsti Champions League-dystir hjá Víkingi í nærum sjey ár
Arnbjørn Svensson: - Kann geva okkum eitt spenanndi summar og tryggja felagið fíggjarliga í fleiri ár

Liðið, sum vanliga hevur heimavølli í Klaksvík, er farið av landinum - til Finnlands. Har skal KÍ spæla fyrra dystin í 1. umfari í Conference League.

Ferðalagið fór úr Føroyum í morgun, og eftir lítlan steðg gekk leiðin víðari til Vaasa, ið ikki er so langt frá Seinäjoki. Har taka Samuel Johansen Chukwudi og SJK Seinäjoki ímóti hósdagin klokkan 17 føroyska tíð.

[object Object]
Samuel Chukwudi, sum hevur staðið seg væl síðani skiftið úr HB, skal nú aftur royna seg móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er nummar fimm í fremstu finsku deildini, sum er sterkari enn Betrideildin, móti suverena føroyska oddaliðnum. Tað burdi verið spennandi; bæði liðini ynskja, at hetta er fyrsta fetið móti einum longum og spennandi evropeiskum summari.

Sambært Norðlýsinum venur KÍ klokkan 19 í kvøld. Síðani er ein heilur dagur afturat at fyrireika seg í. KÍ er so at siga í fullari manning - Jonn Johannesen hevur tó ein snudd.

NSÍ spælir eisini hóskvøldið 19. juli móti finskari mótsstøðu - hetta í Klaksvík har HJK Helsinki vitjar. Meira um hesar dystirnar í morgin.

Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli

17.00: 
SJK Seinäjoki - KÍ *
19.45: NSÍ - HJK Helsinki (Við Djúpumýru)

*Dysturin hjá KÍ kann sum skilst stroymast gjøgnum ki.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder