
Í 2016 vann Víkingur fyrsta FM-heitið í tá níggju-ára longu søgu felagsins. Árið eftir endurtók liðið úr Eysturkommunu, sum harvið var í Champions League bæði í 2017 og 2018.
Í fyrstu royndini í 2017 gekst væl. Víkingur vann báðar dystirnar í 1. umfari. Teir vóru móti KF Trepca 89, sum tá var meistari í Kosovo - og samstundis fyrsta felagið úr Balkan-landinum sum luttók í Champions League. Líka legði Víkingur í, og sigurin á útivølli var áljóðandi 4-1. Samanlagdi sigurin hjá eysturbúgvum var 6-2.
Í 2. umfari var Víkingur um reppið at senda Gunnar Nielsen og íslendsku meistararnar FH út. Tað endaði 1-1 á Hafnarfjørðinum í fyrra dystinum. Tá var regulin um útivallarmál framvegis galdandi, og tískil sá gott út hjá Víkingi í 78 minuttir. Síðani varð brotsspark dømt og reytt kort til Andreas Lava Olsen - og FH kom víðari.
Árið eftir var Víkingur ikki í eins góðum skørum sum heild. Liðið tapti eisini greitt samanlagt fyri finsku meistarunum, HJK Helsinki. Tó skoraði Víkingur í báðum dystunum.
Í kvøld skal Víkingur aftur royna at skora - og helst vinna - tá Lincoln Red Imps vitjar. Føroyameistarnir standa sum favorittar í kvøld, og sum ein lítil favorittur samanlagt. Føroysk feløg hava havt yvirvágina móti liðum av Gibraltar. Meistararnir frá Gibraltar hava tó fitt av evropeiskum royndum - og peningi.
Poul Kallsberg var við at senda Víking víðari í 1. umfari í Conference League í fjør - nú snýr tað seg um 1. umfar í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)
Tað at koma víðari frá fyrsta umfari í Champions League hevur ógvuliga stóran týdning - ítróttaliga og fíggjarliga. Vinnur liðið, so eru minst tríggir møguleikar eftir at koma í eitt deildarspæl.
Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar klokkan 19. Hann kann stroymast hjá Kringvarpinum - á KVF2
Tøl og dystir: FaroeSoccer
Champions League 1. umfar, fyrri dysturin
Týsdagin 8. juli
19.00: Víkingur - Lincoln Red Imps (Við Djúpumýru)
Atgongumerki kunnu keypast her
Stroyming: KVF2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald