
Tað eru trý ár síðani, at Víkingur kom við aftur í Evropa eftir trý ár uttanfyri evropeisku plássini.
Síðani 2022 hava lutakastini til 1. umfar verið góð, og Víkingur tók eisini av í 2022 og 2024 við góðum avrikum og samanlagt 3-1 sigrum. Hetta var móti ávikavist Europa FC av Gibraltar og Liepaja úr Lettlandi.
Í 2023 vóru víkingarnir júst ov stuttir móti Inter Club D'Escaldes úr Andorra.
Nú hevur liðið úr Eysturkommunu aftur trekt eitt lið av Gibraltar: Meistararnir Linclon Red Imps. Nú er tað í Champions League, so tað er á pappírinum sterkasta liðið úr Gibraltar, sum nummar fimm í Betrideildini skal møta: Bæði liðini sóu hetta helst sum best gjørliga lutakastið, tá bólkarnir komu út.
Víkingur skal í morgin og næsta týsdag royna at endurtaka úrslitið frá 2022. Tá vunnu teir í ljósabláum báðar dystirnar móti Europa FC: 1-0 á Tórsvølli eftir flott frísparksmál hjá Olafi Bárðarson og síðani 2-1 á Victoria leikvøllinum við tveimum málum hjá Sølva Vatnhamar.
Olaf Bárðarson skoraði einasta málið í fyrra dystinum, sum var á Tórsvølli - hetta var við beinleiðis frísparki (Mynd: Bjarni Enghamar)
Sølvi Vatnhamar lyftir FM-steypið. Føroyameistaraheitið merkir, at víkingarnir í morgin skulu spæla Champions League-dyst fyri fyrstu ferð síðani 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sum heild hevur tað hepnast væl hjá føroyskum liðum, tá man hevur rent seg í lið av Gibraltar í evropeiskari kapping.
Gibraltar slapp fyrstu ferð við í slíkar kappingar í 2014. Tá fekk Lincoln Red Imps, felagið sum nú er komið til Føroya at spæla móti Víkingi, oyruni í maksinuni í Gundadali (5-2) eftir 1-1 í fyrra dystinum móti HB.
Hitt stóra høvuðsstaðarfelagið hevur tvær ferðir spælt móti St Joseph's FC av Gibraltar. Í báðum førum kom B36 víðari á útivøll: í 2018 eftir brotssparkskapping og við 2-1 sigri í 2020 - tá var bert ein dystur í hvørjum umfari vegna koronufarsóttina.
Tað vil siga fýra út av fýra higartil til føroysk feløg móti liðum av Gibraltar. Tað er lagt upp til tættar dystir í 2025 - tann fyrri verður í Klaksvík í morgin.
Champions League 1. umfar
Týsdagin 8. juli
19.00: Víkingur - Lincoln Red Imps (Við Djúpumýru)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald