
- Hesir dystirnir hava sera stóran týdning fyri okkum. Fyri leikararnir er hetta orsøkin til, at mann spælir fótbólt; fyri at sleppa at spæla hesar stóru og stuttligu dystirnar.
Soleiðis sigur Arnbjørn Svensson, tá Portalurin í kvøld tosa við Víkinga-miðverjan. Hann er sum vera man spentur, nú undir eitt samdøgur er til fyrsta Champions League-dystin hjá Víkingi síðani 2018.
26-ára gamli gøtumaðurin setur orð á týdningin av júst 1. umfari: Ein samanlagdur sigur í umfarinum tryggjar Víkingi tríggjar møguleikar at spæla seg í eitt deildarspæl, umframt nógvar milliónir afturat.
- Vit vita, at serliga 1. umfar hevur nógv at siga, og tað gevur okkum eitt spennandi summar, um vit megna at spæla okkum víðari frá hesum. Afturat hesum er tað sjálvandi fíggjarliga ávirkanin, sum kann tryggja felagið í fleiri ár. Men hóast hetta hugsavna vit, leikararnir, okkum bert um ein dyst á gangin, og síggja vit hvat tað røkkur til, staðfestir Arnbjørn.
Eitt meistaralið við nógvum royndum
Lincoln Red Imps - av Gibraltar.
Tað ljóðar sum ein dreymur, serliga tá man ikki er styrkismettur undan lutakastinum, og Arnbjørn Svensson dylir ikki fyri, at hetta var eitt gott lutakast fyri Víking. Tó er hann eisini greiður yvir, at Gibraltar er komið til Føroya við ymiskum dygdum, og at heilt nógv krevst av víkingunum fyri at koppa Red Imps.
- Lincoln Red Imps er eitt lið, sum hevur vunnið fleiri meistaraheiti í Gibraltar; millum annað tey seinastu fimm. Teir hava eisini megna, at komið í eitt bólkaspæl í Conference League (í 2021, red), so tað er eitt lið við nógvum royndum, vit møta. Hópurin er ein blanding av yngri og eldri leikarum, har onkrir hava royndir við nøkrum hampiliga stórum feløgum. Hóast vit, og onnur í Føroyum, meta at vit hava fingið eitt gott lutakast, so mugu vit spæla upp til okkara allarbesta fyri at knógva teimum.
Í 2022 vann Víkingur báðar dystirnar og samanlagt 3-1 á Europa FC av Gibraltar. Samanlagt er tað eisini 4-0 til føroysk feløg móti liðum av Gibraltar síðani 2014, tá HB vann samanlagt 6-3 á Lincoln Red Imps, sum nú er aftur í Føroyum.
Sí eisini: Víkingur skal royna at halda góðu gongdina móti liðum av Gibraltar
Red Imps hevur, sum Arnbjørn er inni á, verið í bólkaspæli í Conference League fyri nøkrum árum síðani. Liðið hevur eisini styrkt seg síðani lutakastið við 5-6 spælarum, so har satsar man uppá at koma víðari:
Mótstøðuliðið er sterkari enn tað, sum Víkingur møtti í 2022. Liðið hjá Jóhan Petur Poulsen er ikki á sama staði sum tá - hóast man hevur vunnið tvey steyp síðani. Verandi FM-vinnarar liggja í løtuni á 5. plássi í Betrideildini.Arnbjørn Svensson í uppgerðini við Europa FC á Tórsvølli í 2022. Tá
Hitin í Gibraltar - útgangsstøði skal skapast í Klaksvík
Víkingur byrjar á heimavølli. Hetta er ikki altíð ein fyrimunur til slíkar uppgerðir. Arnbjørn Svensson ger tó greitt fyri Portalinum, at hóast teir í ljósabláum bert hugsa um júst uppgávuna týskvøldið nú, so kann tað gerast eyka umráðandi at fáa eitt gott útgantsstøði hesaferð.
- Tað er eingin loyna, at tað er sera heitt runt í Evropa nú og tað er tað eisini í Gibraltar. Harvið verða nakrar heilt aðrar avbjóðingar í útidystinum, enn tað sum vit eru vanir við her heima. Tískil kann tað vera sera týðandi at fáa eitt gott útgangstøði í Klaksvík, og vit fara heilt klárt eftir at vinna í morgin. Tó royna vit at fara til uppgávuna sum ein hvør annar dystur og so mugu vit hugsa um seinna dystin, tá hann nærkast.
Sagt verður frá 13-14 hitastigum í Klaksvík við dystarbyrjan klokkan 19 í morgin; lýtt men ikki serliga suðurlendskt í býnum har Arnbjørn sjálvur nú býr.
Hetta er triðja árið á rað, at Víkingur nýtir Djúpumýru sum evropeiskan heimavøll. Men hvat skulu føroyameistararnir serliga gera rætt í morgin.
- Vit skulu leggja dent á at standa saman og arbeiða hart fyri hvørjum øðrum í øllum pørtum av spælinum. Hetta er tað sum hevur eydnast hjá Víkingi í øllum teimum stóru dystunum í søgu felagsins; liðavrikið er fyrsta treyt fyri at vit skulu hava ein møguleika. Meira taktiskt, skulu vit hugsa um at standa væl uttan bólt, vera góðir við bóltin tá vit hava hann og vera kaldir í avgerandi løtum, sigurt Arnbjørn Svensson at enda við Portalin.
Champions League 1. umfar
Í morgin, týsdagin 8. juli
19.00: Víkingur - Lincoln Red Imps (Við Djúpumýru)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald