Fótbóltur

KÍ kann leggja trýst á liðini niðanfyri

Oddaliðið kann økja um munin í fyrsta dystinum í 13. umfari - talan er tó um torføra uppgávu á útivølli.

Ronni Møller-Iversen skal spæla ímóti sínum gamla felagið í kvøld, og hann og hansara liðfelagar kunnu í kvøld geva NSÍ eina hjálpandi hond við at koma aftur á sigurskós (Mynd: Sverri Egholm)

Ronni Møller-Iversen skal spæla ímóti sínum gamla felagið í kvøld, og hann og hansara liðfelagar kunnu í kvøld geva NSÍ eina hjálpandi hond við at koma aftur á sigurskós (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-14 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðssteðgurin er av, og í kvøld fer 13. umfar í Betrideildini í gongd. Fimm dystir verða leiktir í vikuskiftinum, og teir eru spreiddir út soleiðis, at ein verður leiktur í kvøld, tveir í annaðkvøld og tveir sunnudagin seinnapartin.

13. umfar:
14-06: 
19.00: Skála - KÍ

15-06: 
18.00: EB/Streymur - Víkingur
19.00: NSÍ - AB

16-06: 
15.00: ÍF - HB
           TB - B36


Á Skála var fótbóltslagið í hæddini í apríl mánaði, tá teir appelinlittu vóru heilt frammi í oddinum og millum annað vunnu á HB í Gundadali. Men síðani hevur liðið tapt fimm dystir á rað í Betrideildini - allir ímóti liðum í topp-fýra og undantikið dystinum í Runavík seinast: Allir við einum málið. Umframt hetta varð Skála sligið út úr hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið av Víkingi, ið vann orsakað av regluni um útivallarmál.

[object Object]
(Jákup Johansen og Skála vóru fyri vónbroti í hálvfinaluni ímóti Víkingi og hava ikki vunnið í teimum seinastu sjey dystirnar - Mynd: Sverri Egholm)

Ein av teimum fimm ósigrunum upp í slag hjá Skála kom í 9. umfari ímóti KÍ Undir Mýruhjalla. Klakvíkingar vóru omaná og vunnu uppiborið, men tað endaði, eins og tað ger tá KÍ vinnur á Skála, við teprum sigri. Oftast eru dystirnir ímillum liðini ógvuliga tættir, tá leikt verður á Skála, og KÍ hevur tað altíð trupult har; eisini tá Skála hevur ligið heilt niðri í botninum. Í fjør endaði fyrri dysturin á Skála við mállysum javnleiki, og tann seinna vunnu skálamenn 1-0. 

KÍ hevur í ár bert tapt einaferð í Betrideildini og hevur ligið á odda síðani Skírisdag, tá liðið hjá Mikkjali Thomassen vann 3-0 á B36 í Gundadali og júst Skála tapti 2-1 fyri EB/Streymi. KÍ-liðið sær sterkt út, og hevur í landsliðssteðginum kunngjørt tilgongd av Magnus Stramnestrø, sum kemur úr bestu norsku deildini, og Semir Hadzibulic, ið var ein profilur frá 2016 til 2018. Hesir miðvallararnir kom allarhelst at hækka um góðskuna á oddaliðnum - teir eru tó ikki tøkir í kvøld, tí flytingarvindeygað letur ikki upp fyrrenn í morgin.

[object Object](Semir Hadzibulic verður aftur at síggja í kongabláa búnanum seinni í mánaðinum - Mynd: Jens Kr. Vang)

Ein sigur til KÍ vildi merkt, at liðið fer eitt sindur frá NSÍ, Víkingi og B36, sum øll spæla seinni í vikuskiftinum og eru favorittar í sínum dystum. Hesi trý liðini hava øll sera góða gongd, og kanska serliga NSÍ sær sterkt út í løtuni. Trý stig til KÍ vildu merkt nakað meira av trýstið á hesum liðunum í dystunum í morgin og sunnudagin. Um Skála vinnur, kann liðið møguliga nærkast topp-fýra eitt sindur; liðið hjá Eyðun Klakstein skal royna at koma burtur úr ongamannalandi. At ein vinnari verður funnin í kvøld er sannlíkt: Skála hevur ongan dyst spælt javnt í ár, og KÍ hevur ikki verið partur av einari stigdeiling í Betrideildini síðani í 2. umfari.

Til ber at fylgja gongdini í kvøld á forsíðu okkara. Fyrsta bríksl er klokkan 19.00 - Kári J. á Høvdanum dømir dystin.

Støðan eftir 12 umfør: 
1. KÍ (29 stig)
2. NSÍ (28 stig)
3. B36 (27 stig)
4. Víkingur (26 stig)
5. HB (21 stig)
6. Skála (15 stig)
7. TB (12 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder