Fótbóltur

KÍ kann so at siga tryggja FM-heitið nummar 22 á 121-ára degnum

Klassikarin er á skránni í Klaksvík klokkan 15, har tað er seinasta útkall hjá HB at kynda ein neista í oddastríðnum. FM1 sigur frá í Klaksvík. Í hinum trimum dystunum í dag er heimaliðið greiður favorittur á pappírinum.

KÍ vann á HB í steypakappingini fyrr í ár og síðani greitt í Klaksvík skírisdag (4-0). Seinast liðini hittust, endaði tað tó 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ vann á HB í steypakappingini fyrr í ár og síðani greitt í Klaksvík skírisdag (4-0). Seinast liðini hittust, endaði tað tó 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-24 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 20. umfari í Betrideildini hjá monnum eru á skránni í dag, sunnudagin 24. august. Tann fyrsti dysturin í umfarinum varð spældur í gjár, har 07 Vestur vann sær ógvuliga týðandi sigur á TB.

Sí eisini: 07 Vestur vaknaði aftur við Dohn á odda

Betrideildin 20. umfar
Leygardagin 23. august
07 Vestur - TB 3-0 (1-0)
35' Nicolai Møller Dohn (Mikke Hyllegaard) 1-0
84' Nicolai Møller Dohn (Jóanis á Steig) 2-0
90' Casper Gedsted Hansen 3-0 

Sí meira um dystin her

Sunnudagin 24. august
15.00: 
NSÍ - FC Suðuroy

B36 - B68
KÍ - HB

17.15: Víkingur - EB/Streymur

Støðan: 

[object Object]

HB er einasta liðið, sum hevur megnað at fingið stig í hús móti KÍ í ár. Talan var um 1-1 javnleik í Gundadali í mai, og lagt er upp til spennandi dyst í dag. HB hevur ikki tapt undir André Olsen í Føroyum men ein sigur skal til í Klaksvík seinnapartin, um tað skal í øllum førum líkjast einum FM-stríðið seinastu umførini.

KÍ hevur ikki tapt í Klaksvík síðani í juni í fjør - móti Víkingi - og um tað á 121-ára stovningardegnum eydnast at vinna á arvafíggindanum, so verður liðið hjá Magnus Powell í minsta lagi 10 stig á odda og við einum dysti færri. Tá fangar so eingin KÍ.

FM1 sigur frá dystinum í Klaksvík og eisini frá dystinum í Sarpugerði, sum byrjar klokkan 17.15
Til ber eisini at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder