16. umfar í Betrideildini hjá kvinnum er á skránni í kvøld. Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00:
B36 - KÍ
EBS/Skála - ÍF/VÍK/B68
Hóast tey bæði ovastu liðini eru favorittar ímóti teimum báðum niðastu, so er als ikki talan um lættar uppgávur á útivølli.
KÍ skal royna at reisa seg á sama vølli, har oddaliðið var fyri stórum vónbroti í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini í vikuskiftinum. HB vann 6-3, og KÍ varð harvið sligið út í hálvfinaluni triðja árið á rað. Mótstøðuliðið í kvøld basti júst HB fyrri ellivu døgum síðani. KÍ hevur tó vunnið allar fimm dystirnar á B36 í ár (íroknað steypadystirnar)
Um ÍF/VÍK/B68 skal halda seg inni í meistaraheitsstríðnum skulu trý stig til á Eiði. EBS/Skála burdi tó verið væl fyri eftir Champions League-mótstøðuna; liðið vann heili 5-1 á B36 í seinnu hálvfinaluni leygarkvøldið. Tað nýggjara felagsliðið í Eysturoynni vann greitt tveir teir fyrstu innahýsis dystirnar í Betrideildini, men EBS/Skála fekk ein javnleik í uppgerðini í juni, og í bólkaspælinum í steypakappingini endaði tað við javnleiki í fyrra dystinum, og í avgerandi dystinum um at koma í hálvfinaluna vann EBS/Skála.
1. KÍ (28 stig) - 12 dystir
2. ÍF/Víkingur/B68 (24 stig) - 12 dystir
3. HB (19 stig) - 12 dystir
4. B36 (9 stig) - 12 dystir
5. EBS/Skála (7 stig) - 11 dystir
Fótbóltur
KÍ kann taka eitt fet nærri FM í kvøld
B36 og EBS/Skála skulu royna at ávirka oddastríðið.
KÍ vann oddadystin móti ÍF/VÍK/B68 beint fyri Summarfestivalin (Mynd: Klaksvíkar Ítrottarfelag)
2019-08-22 17:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald