Fótbóltur

KÍ roynir at gera tað fyri triðju ferð á rað

Bert B36, í serstaka árinum í 2020, hevur áður spælt seg víðari í Evropa tríggjar ferðir sama ár. KÍ skal í kvøld royna at gera arbeiði liðugt í 3. umfari í Conference League.

Teir kongabláu hava í hyggju at taka enn eitt fet á longu leiðini móti enn einum Conference League-bólkaspæli; hetta við at spæla seg víðari fyri 11. ferð í Evropa (Mynd: Sverri Egholm)

Teir kongabláu hava í hyggju at taka enn eitt fet á longu leiðini móti enn einum Conference League-bólkaspæli; hetta við at spæla seg víðari fyri 11. ferð í Evropa (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-14 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er kanska ov nógv at siga, at KÍ hevur annað beinið í play-off umfarinum í Conference League, men eftir 2-0 sigurin í heimadystinum móti Neman Grodno, er tað í øllum førum ikki langt frá.

Talan er ikki um ein sannan útidyst í kvøld. Seinni dysturin skal spælast á uttanveltaðum vølli í Ungarn, har hitin kann órógva KÍ nakað, men har umstøðurnar annars burdi verið fínar fyri føroyska liðið.

Sí eisini: Hvítarussiskur heimavøllur í ungarska hitanum hóskvøldið

Øðrvísi vegur enn í 2023

Í 2023 kom KÍ, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð, í eitt evropeiskt bólkaspæl. Hetta var við flottum sigrum á meistaraliðunum úr Ungarn og úr Svøríki í Champions League.

Tveir samanlagdir sigrar vóru nóg mikið, tí sum meistari hevur man nakrar fyrimunir. KÍ var nær við móti serliga Molde (Champions League, 3. umfar - longd leiktíð) og eisini Sheriff Tiraspol (Europa League, play-off - 3-2 tap samanlagt)

Harvið endaði KÍ í bólkaspælinum í triðsterkastu evropeisku kappingini, Conference League.

[object Object]
Vegard Forren hevur júst sent KÍ víðari við síðsta brotssparkinum í Svøríki - KÍ sendi svensku meistararnar, Häcken, út eftir 3-3 og meira drama úr ellivu metrum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Jákup Biskopstø Andreasen og hinir fegnast eftir 3-0 málið í KÍ-sigrinum á slovenska Olimpia Ljubljana  í bólkaspælinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Har kunnu teir kongabláu eisini enda í ár - nú er tað skipað sum bólkaspæl. Tað krevur tó tvífalt so nógvar samanlagdar sigrar, tí sum nummar tvey í Betrideildini 2024 byrjaði KÍ í 1. umfari. 

Fyrstu fetini eru tikin á flottan hátt móti finska SJK (2-1 og 2-0 sigrar) og samanlagt 1-0 móti serbiska Radnicki. Nú skal arbeiði gerast liðugt í 3. umfari í Conference League. Í play-off bíðar spanska Rayo Vallecano eftir KÍ/Neman.

B36-hattrikk í 2020

Um KÍ vinnur í morgin, so verður tað triði samanlagdi sigurin á rað hjá liðnum, sum stendur seg so væl í Evropa. Tað er ikki bara, bara hjá einum føroyskum felagið.

Í 2020 vann B36 seg tríggjar ferðir víðari í Europa League. Hetta var fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag megnaði tríggjar víðari luttøkur eitt summar- B36, KÍ og Víkingur høvdu áður megnað tvær og B36 og KÍ hava eisini gjørt tað síðani.

Tað vóru heldur serligar umstøður. Tá spældu tvey føroysk feløg fyrst undan-undanumfør í Europa League - Conference League kom árið eftir - og vegna koronufarsóttina var bert ein dystur fyri hvørt umfar. B36 vann fyrst á útivølli á Gibraltar móti St' Joseph's og síðani tvær ferðir á Tòrsvølli á dramatiskan hátt: Fyrst ímóti Levadia Tallin úr Estlandi (longda leiktíð) og síðani ímóti The New Saints úr Wales (brotssparkskapping)

Sí eisini: Fyri triðju ferð í triðja umfari

[object Object]
Stór B36-frøi eftir avgerandi brotssparksbjargingina hjá Róa Mørk Hentze móti The New Saints í 2. umfari í Europa League 2020 - B36 var á eggini, men fór ikki útav (Mynd: Sverri Egholm)

Endastøðin kom í 3. umfari í Bulgaria. Av føroysku feløgunum er B36 liðið sum oftast hevur spælt víðari í Evropa, men KÍ nærkast. Tað er 11-10. KÍ er tó komið víðari í Evropa ellivu ferðir - alt seinastu sjey árini. Ein skriviborðssigur er móti Slovan frá 2020, umframt nógvart stórar upplivingar. 

Enn eitt flott evropeiskt flugubein kann setast í Ungarn í dag.

Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
19.00: Neman Grodno (BLR) - KÍ 0-2 (Spældur í Ungarn)

Dysturin sæst fyri eitt gjald í KÍ-Varpinum
Livescore ovast á Portalinum

Sí eisini: KÍ'arin í Kastrup: - Havi ongantíð ferðast so nógv sum nú - skulu gera arbeiði liðugt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder