Í gjár var ikki ein nakað serliga góður dagur hjá ÍF. Hóast liðið ikki spældi, so gjørdist støðan í botninum verri, tí AB vann 1-0 á Skála
Les eisini: Framúr góður dagur hjá AB
Útlitini hjá uppflytarunum at vinna í kvøld eru ikki góð. KÍ er væl fyri á mangan hátt, og er helst topptunað eftir at hava verið í gongd seinasta mánaðin. KÍ hevur eisini vunnið seks ferðir á rað í Fløtugerði, um steypakappingin telur við. Fyrsta árið undir Mikkjal Thomassen í 2015 fekk KÍ eitt stig í tveimum dystum í Fuglafirði, men síðani hevur ÍF ikki megnað at fingið stig/komið víðari ímóti KÍ á heimavølli.
ÍF hevur ikki megnað, at tikið stig ímóti liðum sum eru á 6. plássi ella omanfyri, so lítið bendir á, at teir í reyðum eru komnir nærri AB, tá klokkan er áleið 21 í kvøld. ÍF kom tó uppá 2-3, eftir at KÍ legði seg á odda 3-0 í Fløtugerði í 4. umfari, og á Skála seinast var liðið hjá Hans Jørgini Djurhuus og Kára Reynheim vælskipað og heilt nær við at fáa eitt stig við heim.
(ÍF er uttan Dávid Langgaard, nú jagstranin eftir AB og EB/Streymi byrjar)
Hjá KÍ er umráðandi at halda eitt høgt støði og ikki snáva í slíkum dystum. Seinasti dystur KÍ spældi í Betrideildini var 22. juni, tá TB vann 1-0 á teimum í blaúm. Møguleiki er hjá KÍ í kvøld at leggja seg undir liðuna á NSÍ og Víkingi.
Hjá KÍ skal Deni Pavlovic sita tann fyrsta av hansara seks dystum uttanfyri við leikbanni. Ólavur Niclassen er skaddur, og kann harvið ikki avloysa serban í verjuketuni. Liðið hjá ÍF er framvegis skert, og serliga er tað ein smeitur at fyrrverandi KÍ-leikarin og málskjúttin frá seinasta dysti, Dávid Langgaard, er úti við leikbanni.
Betrideildin 17.umfar
Fløtugerði, 05.08
ÍF - KÍ (19.00)
(18.00): HB - B36
Les eisini: Grannaupgerdin í Gundadali kann fáa alstóran týdning
Í gjár:
Víkingur - NSÍ (2-3)
7’ Sølvi Vatnhamar 1-0
35’ Sølvi Vatnhamar 2-0
47’ Peder Nersveen 2-1
77’ Klæmint A. Olsen 2-2
90’ Búi Egilsson 2-3
Skála - AB (0-1)
90’ Filip í Liða 0-1
EB/Streymur - TB (0-2)
15’ Ndende Adama Guéye 0-1
68’ John Villi Leo 0-2
Støðan í Betrildeildini:
1. NSÍ (35 stig) 15 dystir
2. Víkingur (35 stig) 17 dystir
3. B36 (34 stig) 15 dystir
4. HB (33 stig) 16 dystir
5. KÍ (32 stig) 14 dystir
6. Skála (21 stig) 17 dystir
7. TB (18 stig) 17 dystir
8. EB/Streymur (9 stig) 17 dystir
9. AB (8 stig) 17 dystir
10. ÍF (5 stig) 16 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald