
Lutakastið til play-off umfarið í Conference League er av. Sum vit skrivaðu um í áðni, so endar Víkingur helst í Dublin, um liðið megnar at leggja Linfield niður í 3. umfari.
Hetta er í sonevndu "Champions Path", har bara meistaraliðini eru við. Eftir at tað var liðugt, var lutakastið til "Main Path".
Tað verður mest sannlíkt Shelbourne, sum skal spæla móti vinnaranum av Víkingi-Linfield. Írsku meistararnir spæla móti Rijeka í 3. umfari í Europa League, og taparin har fer yvir í Conference League (Skíggjamynd: UEFA)
Í mun til hini trý umførini, var KÍ ikki styrkismett í dag, og tað "skuldi man eisini gjalda prísin fyri".
Tað vóru í stóran mun møguleikar í topp-átta deildunum í Evropa; besti møguleikin var Lugano úr Sveis/Celje úr Slovenia.
Talan gjørdist tó um eitt lutakast, sum møguliga verður søguligt fyri føroyskan fótbólt. Tí um KÍ samanlagt vinnur á Nenan Grodno úr Hvítarusslandi, so stendur sponsk mótstøða og bíðar í play-off
Talan er um Rayo Vallecano, sum endaði nummar 8 í La Liga í fjør. Spanska deildin er ein av heimsins allarfremstu kappingum.
Rayo hevur ikki nakrar veruliga royndir í oddinum har, og hetta verður bert aðru ferð, at felagið skal spæla í Evropa. Tó er talan um eitt ógvuliga sterkt mótstøðulið hjá einum føroyskum liði.
Dystirnir í play-off umfarinum verða sum útgangspunkt spældir 21. august og 28. august.
KÍ spælir fyrra dystin í 3.umfari móti Nenan Grodno í morgin, týsdagin 5. august, á Tórsvølli. Hann byrjar klokkan 19.45 og atgongumerki kunnu keypast her.
Útidysturin hjá KÍ verður spældur á uttanveltaðum vølli í Ungarn hósdagin 14. august. Hetta vegna hvítarussiska stuðulin til Russland í krígsførslu tess.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald