Í gjár, Dýri Biðidag, vóru fýra dystir í í 8. umfari í Betrideildini. Tann seinasti í umfarinum verður í kvøld í Klaksvík.
Føroyameistararnir hava framvegis fult stigatal og hevur vunnið 34 av sínum seinastu 36 dystum í Betrideildini. Sunnudagin eydnaðist at vinna oddadystin í Gundadali. Nú roynir KÍ at byggja á hetta. Liðið hjá Magna Hoseth skal økja í oddastríðnum - øll hini liðini í topp-fýra vunnu í gjár.
B68 hevur nú fingið fatur á ÍF, men fyri fuglfirðingar eru fýra stig niður til strikuna, og byrjanin uppá kappingina hevur verið meira enn góðkend hjá uppflytarunum. Nu bíðar ein ógvuliga trupul uppgáva - sum 1. deildarlið í fjør helt ÍF tó nullið í 83 minuttir í steypadysti við Djúpymýru.
Seinastu tíðina hevur KÍ verið uttan skadda René Shaki Joensen - kantarnir Árni Frederiksberg og Jonn Johannessen fingu eisini skaðar móti B36 seinast, men tað var ikki so álvarsamt hjá íhvussu er Árna.
Fyrsta bríksl í Klaksvík í kvøld verður klokkan 18. Dysturin kann síggjast í Televarpinum. Til ber at fylgja beinleiðis dagføringum hjá dystir.fo á forsíðu okkara.
8. umfar í Betrideildini
Í dag, leygardagin 06.05
18.00: KÍ - ÍF
Í gjár, fríggjadagin 5. mai
TB - B36 0-4 (0-2)
25' Jann Benjaminsen 0-1
38' Michal Przybylski (Taufee Skandari) 0-2
52' Benjamin Heinesen (Hannes Agnarsson) 0-3
89' Bjarki Nielsen 0-4
Les eisini: B36 gjørdi bart við Stóra
EB/Streymur - HB 0-3 (0-2)
6' Mikkel Dahl (Áki Samuelsen) 0-1
24' Matthias Præst Nielsen 0-2
73' Mikkel Dahl (Mads Borchers) 0-3
Sí eisini:
Samrøðu við gamla høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, nú venjara hjá HB, Jákup Martin Joensen
Video: Niels Pauli iðrar seg um misnýttar møguleikar
Myndir: EB/Streymur - HB
07 Vestur - Víkingur 1-2 (1-0)
40' Høgni Egilstoft Nielsen (Uros Stojanov) 1-0
67' Signar á Brúnni 1-1
69' Arnbjørn Svensson (Sølvi Vatnhamar) 1-2
B68 - AB 1-0 (1-0)
Ragnar Samuelsen (Sebastian Lau Nielsen) 1-0
Sí eisini: B68, HB og Víkingur sigraðu
Støðan í Betrideildini
1. KÍ 21 stig*
2. HB 20 stig
3. B36 18 stig
4. Víkingur 14 stig
5. ÍF 9 stig*
6. B68 9 stig
7. 07 Vestur 7 stig
8. EB/Streymur 7 stig
9. TB 5 stig
10. AB 1 stig
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald