Eins og í fyrsta umfari í Champions League, avgjørdi KÍ á útivølli móti meistara úr deild "omanfyri evropeisku miðjuna". Hátturin móti Häcken í gjár var tó væl meira dramatiskur enn tann í Budapest herfyri, har KÍ skoraði tríggjar ferðir í fyrra hálvleiki og helt Ferencvárosi frá at skora yvirhøvur.
Í Göteborg legði Árni Frederiksberg aftur KÍ á odda eftir gott kontra, men áðrenn vongurin skoraði mál nummar tvey - eitt snilt og frekt beinleiðis fríspark - hevði heimaliðið skorað tvær ferðir. Häcken hevði ikki so nógvar heilt stórar møguleikar, men var á odda 2-1 og kom eisini á odda 3-2 í yvirtíðini í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini.
Eins og við 2-1 málið var talan um innlegg úr vinstru, sum KÍ ikki fekk ruddað burtur, og aftur var mótbrekka. Liðið hjá Magna Hoseth legði seg tó als ikki, og vinstra beinið hjá Árna var aftur við, tá KÍ javnaði til 3-3. Eins og tá tað var 2-2, var KÍ nærri við at avgerða. Luc Kassi hevði rakt stongina og yvirleggjaran í seinnu hálvu av seinna hálvleiki í vanligu tíðini, og í longdu leiktíðini gjørdist Sivert Gussias púra fríur men gjørdist ikki tvífaldur málskjútti.
Sí eisini:
Gussiås: - Vit vinna uppiborið
Árni Frederiksberg: - Royna at skilja hvat júst er hent
Nils Jonathan Johanson: Hendan sjúka ferðin hjá mær og KÍ heldur fram
Tey seks fyrstu skotini í brotssparkskappingini góvu mál. Sìðani skeyt ein troyttur Mikkel Rygaard hjá heimaliðnum langt uppum, áðrenn Gussiås skeyt á yvirleggjaran. 3-3 áðrenn "5. umfar", har svenski KÍ-málverjin Nils Jonathan Johansson bjargaði væl. Sìðani kundi Vegard Forren avgera tað, og royndi norsku miðverjin við sterka vinstrabeininum var ísakaldur. Magne Hoseth, høvuðsvenjari, var ein av teimum, ið nærum var byrjaður at fegnast frammanundan.
Nógvir nervar á við KÍ-bonkin...
Tá svenski málverjin bjargaði brotssparki, var sigurin móti svensku meistarunum nær...
Magne Hoseth hevði stórt álit á sín landsmann í støðuni - høvuðsvenjarin var longu yviri hjá áskoðarunum...
Og rætt gjørdi hann...her eru Vegard Forren og liðfelagirnir á veg yvir
Øðiligur fagnaður millum tey blákløddu (Myndir: Sverri Egholm)
Sí fleiri frálíkar myndir av serstøku løtuni í Göteborg
Fegnast kundu øll í KÍ-leguni sanniliga, og tað ger man helst enn á ymsan hátt. Hópurin verður heiðraður seinni í dag, áðrenn eyguni verða vend ímóti triðja umfari í Champions League og Molde, gamla felagnum hjá Hoseth, Forren, Gussiås og hjálparvenjaranum Daniel Berg Hestad. Fyrri dysturin verður á Tórsvølli týskvøldið - KÍ skal ikki spæla í Betrideildini í vikuskiftinum.
Eftir ótrúliga flotta sigurin í gjárkvøldið er tó greitt, at KÍ sum fyrsta føroyska felag nakrantíð skal spæla í einum evropeiskum bólkaspæli. Tað verður í heyst og í vetur - spurningurin er so, hvussu "fína" kapping talan verður um.
Sí eisini:
Skulu nú royna at basa norsku meistarunum
KÍ framdi sensatiónina í Svøríki
Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Bravida Arena, mikudagin
BK Häcken - KÍ 6-7 eftir brotssparkskapping - 3-3 eftir longda leiktíð (2-2)
17' Árni Frederiksberg (Claes Kronberg) 0-1
24' Tobias Sana 1-1
49' Amor Layouni 1-2
55' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 2-2
105 (+1)' Ibrahim Sadiq 3-2
109' Sivert Gussiås (Árni Frederiksberg) 3-3
Brotssparkskapping:
4-3: Hacken skorar
4-4: Árni Frederiksberg
5-4: Hacken skorar
5-5: Jákup Biskopstø Andreasen
6-5: Hacken skorar
6-6: Patrick da Silva
Hacken brennir
Sivert Gussiås brennir
Nils Jonathan Johanson bjargar
7-6: Vegard Forren skorar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald