Fótbóltur

- KÍ vil altíð vinna

Tað sigur Ragna Patawary við heimasíðuna hjá FSF. Hon er ein av teimum heilt royndu og sera nógv vinnandi, ið framvegis er við. Ragna gleðist eisini um, at nógvar ungar leggjast afturat, og at kapping er um plássini í Klaksvík.

(Savnsmynd/Sverri Egholm)

(Savnsmynd/Sverri Egholm)

2020-05-22 16:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

21. øld byrjaði við 17 FM-heitum á rað hjá KÍ-kvinnunum. Í 2017 støðgaði sigursrøðin, men eftir tvey ár uttan gull eydnaðist tað KÍ at vinna føroyameistaraheitið aftur til Klaksvíkar í fjør. Og tær hava ongar ætlanir um at lata tað frá sær aftur, sigur Ragna Patawary við heimasíðuna hjá FSF.

- Vit eru KÍ. Vit vilja vinna hvørja ta einastu ferð. Hjá okkum snýr tað seg ikki bara um at vinna dystirnar í landskappingini, vit hugsa eisini nógv um at sleppa út í Evropa at spæla fótbólt, tí har mennast vit so ótrúliga nógv. Tað er ein stór gularót at spæla um, og tað gevur okkum veruliga nakað, sum vit kunnu læra og blíva betri av, sigur hon.

Svongdin og vinnaraviljin eru sostatt óbroytt í Klaksvík. Kongablái hópurin er eisini framvegis væl blandaður við yngri og eldri leikarum, og hetta er stóra styrkin hjá KÍ, heldur verjuveteranurin.

- Tað er fantastiskt at síggja tær ungu koma til og gera seg galdandi. Tær blíva bara betri og betri, og nógvar av teimum leggja ein stóran innsats fyri dagin við nógvari og miðvísari venjing, og tað ger tað bara stuttligari.

Kapping um plássini í Klaksvík
Sjálv hevur Ragna spælt heili 335 landskappingardystir fyri KÍ, og hóast pláss skal vera hjá yngri leikarum at gera seg galdandi, so er spælitíð á besta liðnum hjá føroyameistarunum ikki nakað, sum nakar bara fær handað uttan nakað, sigur sera royndi verjuleikarin við fsf.fo.

- Vit skulu kappast um plássini, tí annars blíva vit ikki betri. Tað sama ger seg galdandi til venjing, vit skulu kýta okkum og krevja nakað av hvørjum øðrum, tí tá fáa vit ein hugburð, sum ger okkum betri og torførari at kappast við. Og so er tað líkamikið, hvussu ungur ella gamal man er. Tað hevur stóran týdning, at vit klára at halda teimum vaksnu leikarunum til, tí tað er bæði gott fyri samansjóðingina og spælið hjá okkum, at vit hava allar aldursbólkarnar umboðaðar.

Hópurin hjá KÍ er stórt sæð óbroyttur. Katrina Akursmørk er farin til Danmarkar í lestrarørindum, og Maria Klakstein Thomsen, sum kom til KÍ í summarstegðin og gjørdi mun, er ikki við í ár. Liljan Jacobsen er aftur, og tær heilt royndu Malena Josephsen, Rannvá Biskopstø Andreasen og Ragna Patawary eru framvegis har. Millum lyklaleikararnar eru eisini  Sigrid Jacobsen, Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, ársins ungi leikari í fjør, og Evy á Lakjuni. Síðani eru ungir leikarar sum Birita Ryan, Victoria á Lakjuni og málverjin Óluva Allansdóttir Joensen, ið allar longu hava gjørt um seg, og uppaftur yngri leikarar, ið bjóða seg fram. Aleksandar Djordjevic er framvegis venjari.

KÍ tekur í 1. umfari sunnudagin sunnudagin ímóti steypavinnarunum úr HB. Dysturin byrjar klokkan 15.

Sí eisini: 

Her er skráin fyri 1.umfar í Betrideildini hjá kvinnum

Olga Kristina Hansen: Vónandi kunnu vit arga og taka stig frá øllum okkara mótstøðuliðum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder