Skírisdag spældi Neistin seg í FM-hálvfinalu við sigri í spennandi og inntensari fjórðingsfinalu á Skála.
Les eisini:
Neistin basti StÍF og er í hálvfinaluni
Myndir: StÍF - Neistin
Ovi Lützen: - Hesir dystirnir eru teir bestu
Í kvøld er fjórðingsfinala nummar tvey hjá á skránni. KÍF tekur móti Team Klaksvík og er á pappírinum greiður favorittur. Kollfirðingar hava styrki allan vegin runt, vóru fyri stuttum í steypafinaluni og vunnið tveir teir fyrstu innanhýsis dystirnar móti Team Klaksvík við samanlagt 15 málum.
Tað hevur tó ikki gingið so væl í landskappingini seinastu mánaðirnar, og KÍF hevur ikki vunnið ein hondbóltsdyst síðani seinnu hálvfinaluna á heimavølli móti StÍF. Hetta var 19. februar. Ein mánaða seinni endaði tað við javnleiki, tá Team Klaksvík og KÍF hittust í Klaksvík.
Fríði Weyhe og liðfelagarnir stríddu seg framvið StÍF í steypahálvfinalunum. Nú skulu teir í reyðum royna at koma í FM-hálvfinaluna - Vuk Stevanovic skal stríðast móti gamla felaga sínum (Mynd: Sverri Egholm)
KÍF er uttan láma Niklas Selvig, ið er skaddur (Mynd: Sverri Egholm)
Team Klaksvík var í FM-hálvfinalunum í fjør og endaði við bronsuheiðursmerki. Talan hevur verið um framgongd í Klaksvík. Nú eru útlendsku útispælararnir tó ikki heilt á sama støði, sum fleiri hava verið seinastu árini - serliga Vuk Stevanovic sum nú er í KÍF - og tann stinnasti hetta kappingarárið er skaddur. Kroatin Nikola Kedzo, við nógvum royndum úr altjóða hondbólti, meiddi sær knæðið í vetur og er farin av landinum.
Harvið hongur meira á Jens Paula Poulsen (fyrr Mohr) nú, og David Henigman í málinum verður eisini týðandi í kvøld. Seinastu tíðina hevur Team Klaksvík eisini víst tenn við millum annað at vinna í Vestmanna. KÍF saknar skadda Niklas Selvig, og ivamál hevur eisini verið um hvørs Hans Eli Sigurbjørnsson fór at vera við ella ikki. Hann vandi tó við fyrr í vikuni.
Jens Pauli Poulsen er týðandi í bakketuni og ofta í miðverjuni hjá Team Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)
Um KÍF vinnur í kvøld, verður talan um endurtøku av steypafinaluni í aðrari hálvfinaluni: KÍF - H71. Sostatt skal Neistin dystast við VÍF um finalupláss. Um tað eydnast Team Klasvík at vinna í Kollafirði, so fáa vestmenningar klaksvíkingar sum mótstøðulið í hálvfinalunum, og H71 og Neistin skulu so spæla grannauppgerð.
FM-fjórðingsfinalur
Leygardagin 8. apríl í Kollafirði
19.30: KÍF - Team Klaksvík
Portalurin verður á staðnum. Vit hava mynda- og dystarfrásøgn og gera samrøður aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald