Onnur FM-finalan í Burn-deildini gjørdist ein sannur gysari, sum endaði við at málverjin hjá KÍF skoraði til 24-23 og javnaði til 1-1 í dystum.
Heimaliðið hevði tamarhald á tí ein góðan part av fyrra hálvleiki, har serliga 20-ára gamli høgri vongurin Bárður Dam og royndi bakkurin Rasmus Søby stóðu fyri málinum. Í verjupartinum vóru Tony Hammer Weyhe, Tóki Fríðriksson, Eyðbjørn Danielsen og hinir vóru eirindaleysur ofta, tá hoyvíkingarnir komu ímóti, og Milenko Jelkan tók nógv frá serliga vongplássunum.
![]()
Bárður Dam fer úr spískum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað var 14-11 í steðginum, men leiðslan hjá heimaliðnum hvarv skjótt í 2. hálvleiki. H71 hevði loyst nøkur ting, skoraði betri - millum annað kom Bogi Hansen í gongd - og KÍF hevði heldur ilt við at halda Ísaki Vedelsbøl; íhvussu er lógliga.
Torstein Sivertsen og hoyvíksmúrurin frammanfyri seg var sterkur, og í løtum var leiðslan hjá H71 uppi á trimum málum.
Tá 80 sekund vóru eftir var 21-23. Men so sást at H71-liðið framvegis er ungt, og at Bogi sat uttanfyri við útvísingum. Fríði Weyhe skoraði við góðum langskoti, H71 blakaði bóltin burtur í álopinum, og so javnanði blaðungi Tóki Fríðriksson trygt av strikuni.
13 sekund eftir, leikbrá til útiliðið, men í álopinum miseydnaðist at spæla inn til Ísak á strikuni. Milenko fekk bóltin í hendurnar, mótstøðumálið var tómt, av tí at H71 hevði útvísing og hevði lopið á við seks monnum. Bólturin rakti jørðina á vegnum, Torstein kom sprintandi inn og øll í larmandi høllin ivóru meira friðarlig og hildu nærum ondini...til eitt brøl kom frá Reyða Múrinum og øllum í reyðum.
![]()
![]()
![]()
Myndir: Jens Kr. Vang
KÍF hevði vent tí á ótrúliga hátt, og hetta merkiskt sjálvandi í høllini. Nú er javnvág í finalurøðini. Neyðugt er at vinna tríggjar dystir fyri at gerast FM-vinnari, so vit skulu hava minst tvær FM-finalur afturat. Finala nummar trý verður spæld í Hoyvík leygarkvøldið 27. apríl klokkan 19.
Onnur FM-finalan í Burn-deildini
Høllin í Kollafirði, mikudagin 24.04
KÍF-H71 24-23 (14-11)
Toppskjútti: Rasmus Søby 8 mál
![]()
Nummar 8 skoraði átta mál fyri KÍF (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sí dómaraseðil og dystargongd her
Sí eisini: Myndir: KÍF - H71 (onnur FM-finalan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald