Fyrri í dag varð tað føroyska liðið kunngjørt. Har eru tvær broytingar í mun til dystin móti Spania fríggjakvøldið:
Føroyska liðið (4-4-1-1): Teitur Matras Gestsson, Gilli Rólantsson Sørensen Atli Gregersen (L), Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Rógvi Baldvinsson, René Shaki Joensen - Hallur Hansson - Klæmint Andrasson Olsen.
Les eisini: Trýst er á báðum liðunum á Tórsvølli
Dómaraseðlarnir komu fyri løtu síðani, og har gjørdist tað greitt, sum varð væntað áðrenn: Andre Hansen úr Rosenborg verjir málið ístaðin fyri Sten Grytebust úr OB (er seldur til FCK), og Joshua King er ikki heilt á toppinum fysiskt, so Bjørn Johnsen ið dagliga spælir í hollendskum fótbólti byrjar inni í álopinum. Annars er liðið tað sama sum fríggjakvøldið:
Norra (4-4-2): Andre Hansen (Rosenborg), Omar Elabdellaaoui (Olympiakos) (L), Havard Nordtveit (Fulham), Kristoffer Ajer (Celtic), Haitam Aleesami (Palermo) - Martin Ødegaard (Vitesse), Ole Selnaes (Shenzhen FC), Sander Berge (Genk), Markus Henriksen (Hull), Tarik Elyounoussi (AIK), Bjørn Johnsen (AZ Alkmaar)
King er eitt av heilt stóru nøvnunum á norska liðnum. Áleyparin spælir til dagliga í Bournemouth í Premier League, har hann javnan skorat mál. Hann er vaksin upp í ungdómsdeildini hjá Manchester United. Vandamikli áleyparin er moyrir eftir eitt hart kappingarár í Onglandi, og eftir 90 minuttir ímóti Rumenia og eftirsum at tað er graslíki á Tórsvølli, ið 27-ára gamli áleyparin ikki er so vanur við, so varð tað avgjørt, at King ikki skuldi byrjað. Hann kemur tó møguliga at spæla ein leiklut seinni í dystinum.
VG um Føroyar: Hetta er ikki eitt land - hetta er eitt stað
Á miðvøllinum er Martin Ødegaard, ið sum bert 16-ára gaml skiti til mæta Real Madrid. Stórtalentið úr Drammen hevur seinastu trý kappingarárini verið útlántur til Hollands, og eftir tvey minni góð ár í Heerenveen hevði Ødegaard eitt frálíkt kappingarár við Vitesse í ár. Hann skoraði ímóti Rumenia fríggjakvøldið og kann skapa føroyska liðnum stórar trupulleikar; m.a við líknandi høga tekniska støðinum, ið sponsku leiakrarnir høvdu og so sínum driblievnum. Norra koma annars sum heild at spæla við meira fysiki og meira beinleiðis enn spaniólarnir.
Væntað verður, at áleið 250 norskir áskoðarar verða til dystin. Dysturin byrjar klokkan 19.45 - fylg við alt kvøldið á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald