Hondbóltur

Klaksvíkingar føroyameistarar í billard

Mest vinnandi billardfelagið í Føroyum, Klaksvíkar Billardfelag, vann um vikuskiftið sítt 16. FM heiti fyri lið..

Kristian Sune Høgnesen og Urbanus Olsen FM meistarar í 2024.

Kristian Sune Høgnesen og Urbanus Olsen FM meistarar í 2024.

2024-03-24 17:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Við billardveteraninum Kristian Suna Høgnesen á odda eydnaðist tað at vinna heimaftur til Klaksvíkar enn eitt FM heiti í billard fyri lið. Og við sína lið hevði hann ta nýggju billardstjórnina, Urbanus Olsen. Saman tóku teir stinnar spælarar á í Havn og á Tvøroyri á bóli og tryggjaðu heimstaðnum fyri føroyskum billard, 16. føroyameistaraheitið øll hesi mongu árini spælt hevur verið um gull, silvur og bronsu í billard. 

[object Object]Ein av veteranunum í føroyskum billard, Kristian Sune Høgnesen, sum hevur verið við til at vinna flestu gullmerki fyri lið eins og eina rúgvu av FM heitum fyri einstaklingar. Mynd Jan Müller

Tvøroyrar Billardfelag fór við silvurinum eftir harða og javna kapping við føroyameistaraliðið frá í fjør, Havnar Billardfelag. Tá avtornaði í gjár endaðu liðini javnt men landsins besti billardspælari, Páll Heri Nolsøe, gjørdi munin. Hann setti persónligt met við at vinna allar sínar dystir í liðkappingini við einum metúrsliti uppá   umleið 35 eygu í meðal. Við sína lið hevði hann Eyðun Gullok Svalbard. Á bronsuliðnum hjá Havnar Billardfelag spældu Per Hansen og Jógvan Jørgensen. 

[object Object]Landsins besti spælari í løtuni, Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag. Mynd Jan Müller

Støðan í 1. deild:

1. Klaksvíkar Billardfelag 54 stig

2. Tvøroyrar Billardfelag 46 stig

3. Havnar Billardfelag 46 stig


[object Object]Páll Heri Nolsøe og Eyðun G. Svalbard mannaðu liðið hjá Tvøroyrar Billardfelag. Mynd Jan Müller

[object Object]Jógvan Jørgensen og Per Hansen mannaðu liðið hjá Havnar Billardfelag. Mynd Jan Müller

Hini liðini í kappingini vóru Klaksvíkar Billardfelag 2, Skálafjarðar Billardfelag og Havnar Billardfelag 2. 

Í 2. deild eydnaðist tað fuglfirðingum at vinna heimaftur plássið í bestu deildini í sera harðari kapping við Tvøroyrar Billardfelag. Hetta merkir, at Fuglafjørður aftur verður partur av 1. deildini í billard komandi kappingarár. 3. deild vann Havnar Billardfelag. 

FM kappingin fyri staklingar verður í seinnu helvt av apríl í Klaksvík. 





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder