2018-07-06 23:50

Í morgin, leygardagin, byrjar ársins størsta fótbóltstiltak, tá Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, setur Intersport Summar Cup.
Kappingin verður sett kl. 9:30 við einari setan, ið eisini inniheldur fimleikaframførslu, freestyle fótbólt og goðan tónleik. Eftir setanina verður hol sett á teir 296 dysturnar, ið skulu avgreiðast leygardagin og sunnudagin.
Leikt verður á øllum trimum vøllum í Gundadali, samstundis sum dystir eisini eru í Hoyvík og á Argjum.
120 lið eru tilmeldaði og av hesum er eisini vitjan úr bæði Danmark og Noreg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald