Annað

Kontrast FM: Alt útsett ein tíma vegna streymslit

Tað sum skuldi byrja klokkan 13 í Høllini á Hálsi byrjar klokkan 14 - finalurnar hjá eru útsettar ein tíma.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2024-04-06 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyameistararnir í borðtennis, badminton og judo verða funnir í Høllini í dag. Stóra Kontrast FM-tiltakið byrjaði klokkan 10, har serliga tvímansleikir vóru á skránni.

Skráin seinnapartin stóð til at byrja klokkan 13, og tá skuldi Kringvarpið byrja at senda.

Vegna streymslitið er alt tó útsett ein tíma til klokkan 14. Tá skulu einstaklingarnir kappast, umframt at FM í greinunum í judo skal avgerast, skrivar millum annað Kringvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder