Fótbóltur

Kringvarpið stroymir kvøldsins Champions League-dyst

Til ber at síggja Víking - Lincoln Red Imps klokkan 19 á heimasíðuni kvf.fo. Portalurin hevur livescore, umframt ymiskt tilfar á staðnum.

Olaf Bárðarson og liðfelagirnir skulu royna at vinna sær gott útgangsstøði í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Olaf Bárðarson og liðfelagirnir skulu royna at vinna sær gott útgangsstøði í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-08 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað skal ein stór sjónvarpsframleiðsla í gongd til slíkan dyst, tá VAR (Video Assistand Referee) er eitt krav.

Kringvarpið vísir eisini dystin - tó ikki í sjónvarpinum sjálvum. Fyrri Champions League-dysturin millum Víking og Lincoln Red Imps av Gibraltar byrjar samstundis sum Dagur & Vika. 

Sí eisini: Fyrsti Champions League-dystur hjá Víkingi í nærum sjey ár

Sí eisini: Víkingur skal royna at halda góðu gongdini móti liðum av Gibraltar

Dysturin sæst tá á KVF2, sum er stroymingin á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Hesum boðar Víkingur frá.

Fyrsta bríksl við Djúpumýru, har Víkingur hevur sín evropeiska heimavøll, verður klokkan 19.

Portalurin hevur beinleiðis dagføringar ovast á forsíðuni (livescore), og hevur eisini myndir, samanumtøku og samrøður av staðnum.

Sí eisini: Arnbjørn Svensson: - Kann geva okkum eitt spenanndi summar og tryggja felagið fíggjarliga í fleiri ár

Champions League 1. umfar, fyrri dysturin
Týsdagin 8. juli
19.00: Víkingur - Lincoln Red Imps (Við Djúpumýru)

Atgongumerki kunnu keypast her

Stroyming: KVF2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder