Fyrsta evropeiska uppgávan hjá einum føroyskum liði í summar er á skránni í kvøld. KÍ tekur ímóti Ferencvárosi TC úr Ungarn. Stórfelagið hevur vunnið fimm meistaraheitið á rað og hevur javnan staðið seg væl í evropeiskum kappingunum.
Sí eisini:
Mótstøðuliðið hjá KÍ hevur fleiri stór úrslit seinastu árini
Ferencvárosi skal í gongd aftur
Myndir: Klárir til Champions League í Klaksvík
Tað eru framvegis atgongumerki eftir til plássini aftanfyri eystara málið við Djúpumýrar. Til tey sum ikki verða til staðar, og sum eru stødd í Føroyum, kann dysturin síggjast í Kringvarpinum.
KVF stendur fyri framleiðisluni og fekk rættindini at vísa dystin. Av tí at talan er um Champions League er VAR krav. Videoskipanin, ið skal hjálpa dómarunum í avgerandi støðum, krevur nógv upptøkutól o.s.fr, og Kringvarpið hevur útgerðina til hetta.
Sí og hoyr formannin, Tummas Lervig, greiða frá fyrireikingunum: - Stór uppgáva at lyfta
Ymiskt er sett upp kring vøllin í Klaksvík, sum ikki vanliga er har, í samband við framleiðsluna og VAR. Samanlagt vera níggju upptøkutól nýtt, og sjónvarps- og VAR-vognur standa aftanfyri "gamla skýlið".
KVF byrjar at senda klokkan 19.35, og dysturin byrjar 19.45. Hann sæst helst ikki á kvf.fo, um ein er uttanfyri Føroyar, tí til evropeiskar dystir hevur veitarin til heimadystir vanliga bert loyvi at senda dystin í tí landinum.
Sí eisini - samrøður við høvuðsvenjara og liðformann hjá KÍ:
Jákup Biskopstø Andreasen: - Vit skulu nokk vera sterkir í morgin
Magne Hoseth: -Trúgvi at vit kunnu loypa hvøkk á teir
Fótbóltur
Kringvarpið vísir Champions League-dystin í Klaksvík
Talan verður um stóra framleiðslu við níggju upptøkutólum, nú VAR er eitt krav. Byrjað verður at senda beint eftir Dag og viku í kvøld.
René Shaki Joensen og hinir á føroyska meistaraliðnum skulu stríðast móti ungarsku meistarunum (Mynd: Sverri Egholm)
2023-07-11 11:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald