B36 er liðugt í Evropa fyri 2024, meðan KÍ skal spæla minst seks dystir afturat. Hetta er greitt eftir dystirnar í gjár.
Sí eisini:
B36 úti uttan at gera ein vørr
KÍ skal til 2.umfar í Champions League
Í næstu viku skal HB av álvara royna seg móti Hadjuk Split í 2. umfari í Conference League. Í kvøld verður greitt, um Víkingur sleppur við í tað umfari. HB hevur lopið 1. umfar um sum steypavinnari, meðan núverandi oddaliðið í Betrideildini skal stríðast við Liepaja úr Lettlandi um víðari luttøku í kvøld. Tað endaði 1-1 í fyrra dystinum.
Seinni dysturin verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík klokkan 19. Tað er útselt í skýlunum báðum, men enn er gott pláss aftanfyri málið. Tað stendur at regna næstu tímarnar í Klaksvík, men einaferð seinnapartin slítur í, og veðrið verður gott í kvøld. Harvið burdi tað verið heilt gott at sitið til dyst við Djúpymýru seinni.
Atgongumerki kunnu keypast her
Víkingarnir hava heitt á áskoðarnar at veruliga møta upp í kvøld. Her síggjst Poul Kallsberg (málskjúttin frá fyrra dystinum) og liðformaðurin Atli Gregersen, ið spælir sín evropeiska dyst nummar 31 (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur hevur gjørt sítt til fyri at fáa áskoðarar at møta upp. Hetta kann gera stóran mun, og har koma helst nógv úr Eysturkommunu, umframt onnur, til avgerandi dystin. Tað verður tó eisini ein møguleiki at síggja dystin í sjónvarpinum: Dysturin er í skránni hjá Kringvarpinum fyri í kvøld.
Portalurin verður á staðnum í Klaksvík við trimum fólki. Vit fara at hava beinleiðs blogg, har gongdin verður lýst í teksti og myndum. Eisini hava vit samanumtøku, samrøður og annað.
UEFA Conference League 1. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 18.07
19.00: Víkingur - Liepaja (1-1)
Sí eisini:
Myndir: Víkingarnir venja til evropeiska lagnudystin
Video: - Hevði verið ein super byrjan uppá G!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald